JN

667 fleiri løntakarar í 2014 í mun til 2013

...

2015-02-11 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í 2014 var talið av løntakarum 24.250. Hetta eru 667 fleiri enn í 2013, og tað svarar til ein vøkstur á 2,8%. Eftir støðuga minking í talinum av løntakarum árini 2008 til 2011 eru nú nærum 1.000 fleiri løntakarar í Føroyum. Vøkstur er í talinum av løntakarum í flest øllum vinnugreinum, tó vóru uml. 1.600 færri løntakarar í 2014 í mun til besta árið, sum var 2007.

(trýst á myndir og talvur, so tær gerast størri)

Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu hevur gongdin í talinum av løntakarum verið óstøðug seinnu árini, men í 2014 sást størsti vøksturin í hesum vinnum. Tilsamans vóru tað 4.122 løntakarar í hesum vinnubólkinum í 2014.

Í vinnubólkinum byggivinna og onnur tilvirking vendi gongdin í 2013, og var tað fyri fyrstu ferð í 6 ár framgongd, sum hevur hildið á inn í 2014. Í sjálvari byggivinnuni (sí nágreinað hagtøl fyri vinnugreinar í hagtalsgrunninum) fall talið av løntakarum við fleiri enn 600 árini 2007 til 2012, men seinastu 2 árini er talið vaksið til oman fyri 1.600 løntakarar (í 2007 vóru oman fyri 2.100 løntakarar í byggivinnuni).

Privatu tænastuvinnurnar høvdu sum vinnubólkur framgongd triðja árið á rað. Í 2014 vóru 8.078 løntakarar, sum eru 143 ella 1,8% fleiri enn árið fyri. Í hesum vinnubólki eru tó 3 vinnur (av 22 í hesum bólki), ið høvdu færri løntakarar í 2014 í mun til 2013. Hesar eru ???Fígging og trygging???, ???Postur og fjarskifti??? og ???Vinnuligar tænastur???. Hinvegin hevur ein lutfalsliga stór framgongd verið at sæð seinnu árini í vinnugreinini ???Gistihús og matstovuyrki???.

Í almennum tænastum vóru 8.852 løntakarar í 2014. Hetta svarar til ein vøkstur á 1,1% í mun til 2013. Seinnu árini hava tað verið um 8.800 løntakarar innan almennar tænastur. Í 2012 var talið 8.914, ið er tað mesta nakrantíð.

Niðanfyri er broytingin í býtinum av løntakarum á 4 høvuðsvinnubólkar víst í mynd. M.a. sæst, at í 1985 vóru 30% av løntakarunum knýttir at tilfeingisvinnum. Í 2014 er talið minkað til 17% av løntakarunum tilsamans.

Sandoyggin hevur alsamt færri løntakarar
Tað var framgongd í tali av løntakarum í flestu sýslum í 2014, undantikið Sandoyar sýslu, har afturgongdin í tali av løntakarum síðan 2006 helt á.

Tey eldru saman við tannáringum standa fyri størstu framgongdini
Vøksturin á 667 fleiri løntakarar er býttur á allar aldursbólkar, tó er lutfalsliga lítil vøkstur í stóru aldursbólkunum 25-39 og 40-54 og lutfalsliga stórur vøkstur í eldru og yngru aldursbólkunum.

Niðanfyri er broytingin í býtinum av løntakarum í aldursbólkunum víst í mynd. M.a. sæst, at í 1985 vóru 40% av løntakarunum 40 ár og eldri, í 2014 eru 58% av løntakarunum 40 ár og eldri.

Sí dagførdar talvur í Hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder