Mentan

630.000 krónur í landsinnsavnan

...

2016-06-15 08:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Blái Krossur hevði landsinnsavnan herfyri. Nú er talt upp, og higartil eru komnar 630.000 krónur inn. Blái Krossur takkar hjartaliga fyri hesa stóru upphæddina.
Tað eru tvær verkætlanir, ið verða stuðlaðar við landsinnsavnanini.
Onnur verkætlanin er føroysk og hevur heitið ?????ll hava rætt til góð barnaár???. Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Les meira um tiltakið her:?????ll hava rætt til góð barnaár???.

Hin verkætlanin hevur heitið ???Hjálp til børn og ung í Grønlandi???. Hetta er ein verkætlan at hjálpa børnum, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum. Samstarvað verður við Bláa Kross í Grønlandi og Bláa Kross í Danmark um verkætlanina. Les meira um tiltakið her:Hjálp til børn og ung í Grønlandi. Blái Krossur takkar hjartaliga øllum teimum, ið stuðlaðu landsinnsavnanini.
Vit takka eisini hjartaliga øllum teimum næstan 400 bússuberarunum kring landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder