Vinna

62N eru vælnøgd við avgreiðsluna av stóra Airbussinum

...

2016-07-12 11:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

62N stóð í gjár á odda fyri handling av stórsta ferðafólkahóp sum er farin um FAE , Vága Floghavn, í einum flogfari nakrantíð.

Tað vóru 173 ferðafólk úr Tallin, sum hava vitja í Føroyum seinastu dagarnar, og høvdu tey havt ein frálíkan túr. Tey høvdu uppliva Føroyar frá síni bestu síðu, við vakrari náttúru og góðveðri, og gleða seg at vitja aftur í næsta summar.

Sí myndir her, tá flogfarið lendi í gjár-

Hetta er stórsta handlings uppgáva vit á 62N hava havt, og høvdu vit tí fyrireika okkum sera væl. Innskrivingin av teimum 173 ferðafólkunum tók einans 45 min. og tað eru vit sera errin av at hava gjørt, og ikki minst tað at kundin var so sera væl nøgdur við hvussu væl alt var fyriskipað og avgreitt.

At alt gekk so val í hond, er eisini takka veri sera góða samstarvinum við manningina á Vága Floghavn, sum gjørdu sítt arbeiði til lítar.

Í sambandi við stóru handlings uppgávun, høvdu vit leiga nakað av útgerð frá Atlantic Airways, og var hetta viðvirkandi til at uppgávan hjá okkum kundi loysast so gott og væl, og tí eru vit eisini sera glað fyri samstarvs viljan Atlantic Airways vísti okkum.

So alt í alt vísir hendan royndin okkum á 62N, at við góðari planlegging og góðum samstarvsvilja frá øllum pørtum, so ber væl til at loysa stórar handlings uppgávur á Vága Floghavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder