Vinna

62N á ferð í Suðuroy

...

2016-05-02 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum nakað nýtt fara vit á ferðaskrivstovuni 62N at byrja nýtt átak undir heitinum "62N á ferð"

Hesuferð vitja vit í Suðuroy í dögunum 2., 3. og 4. maj. Starvsfólk hjá okkum verða at hitta í kaffistovuni á Torginum í Vági mánadagin 2. maj, frá kl 10 - 18. Á Tvöroyri verður 62N at hitta á kaffistovuni í B??NUS, týsdagin 3. maj frá kl 10 - 18 og mikudagin 4. maj frá kl 10 - 17. Við okkum á ferðini til Suðuroyar hava vit nökur sera góð og spennandi tilboð. M.a. kunnu vit sum nakað nýtt nevna framúr góða familju tilboði til hugnaliga spanska býin La Pineda, sum liggur sunnanfyri Barcelona á Costa Dorada. Flogið verður beinleiðis til Barcelona og so verður skipað fyri flutningi suður til hugnaliga og vakra La Pineda, við teimum nógvu frítíðarmöguleikunum og góðu matstovunum, og ikki at gloyma, fleiri av bestu sandstrendrunum á öllum Costa Dorada. Eitt satt paradís fyri vaksin og börn. Um hett, og nógv annað spennandi, ber til at frætta meira um, tá vit vitja tykkum í dögunum 2., 3. og 4. maj.

Eisini hava vit nakað spennandi við til tykkum í Suðuroy. Vit luta 2 gávukort frá 62N á 2500kr, millum öll sum keypa ferð frá okkum á sölustöðunum í Suðuroy hesar dagar.

Eisini ber til at vitja okkum á www.62n.fo

Niðanfyri er leinkja til okkara heimasíðu, við La Pineda tilboðnum.

http://www.62n.fo/fo/solferdir/barcelona-spania-2016/sertilbod-estival-park/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder