Ítróttur

60 lið eru klár

...

2016-05-31 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

60 lið eru klár !


Leygardagin 9. juli 2016 skipar B36 á triðja sinni fyri Føroya størsta fótbóltstiltakið: Intersport Summar Cup.

- Vit eru sera glað fyri, at føroyingar hava tiki tiltakið til sín, og hava vit fingið nógvar jaligar afturmeldingar, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari hjá B36.

Hóast tað er yvir ein mánaði til kappingin verður, so hava longu yvir 60 lið tekna seg til kappingina, ið er fyri aldursbólkarnar U6 til U14. Fyrsta árið luttóku 50 lið, meðan 65 lið luttóku í 2015, tí verður 2016 allarhelst størsta tiltakið higartil. Liðini, ið hava tilmelda seg eru frá feløgum úr øllum landinum.

- Vit gleða okkum at bjóða øllum í Gundadal og Tórsvøll 9. juli, og vóna vit at enn fleiri fara melda seg til, sigur Andrass Thomsen.

Aftrat sjálvari fótbóltskappingi, so verður eisini eitt event økið við kappingum, bubble balls, hoppiborgum og øll sleppa at svimja og bowla ókeypis hendan dagin.

Tilmeldingin til kappingina fer fram áwww.summarcup.fo.

Prísurin fyri tilmelding hækkar 1. juni 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder