2016-04-17 09:42
Allir dystirnir í 6. umfari byrja samstundis klokkan 15:00 seinnapartin.
Á Skála tekur Skála móti grannunum av Toftum, tá B68 kemur á vitjan.
Ein onnur grannauppgerð er í Eysturoynni, tá stórliðini NSÍ og Víkingur skulu dystast í Gøtu.
Í Klaksvík tekur KÍ móti meistarnum tvey tey undanfarnu árini, tá B36 vitjar í Klaksvík.
Í Havn er eisini grannauppgerð á skránni, tá HB og AB dystast í Gundadali.
Seinasti dysturin er við Stórá í Trongisvági, tá TB tekur móti ÍF.
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | HB | 5 | 4 | 1 | 0 | 11-4 | 13 |
2 | NSÍ | 5 | 4 | 0 | 1 | 17-4 | 12 |
3 | B36 | 5 | 3 | 1 | 1 | 10-4 | 10 |
4 | Víkingur | 5 | 2 | 3 | 0 | 13-6 | 9 |
5 | KÍ | 5 | 3 | 0 | 2 | 10-7 | 9 |
6 | TB | 5 | 1 | 2 | 2 | 2-3 | 5 |
7 | ÍF | 5 | 1 | 1 | 3 | 5-16 | 4 |
8 | Skála | 5 | 1 | 0 | 4 | 2-11 | 3 |
9 | AB | 5 | 0 | 2 | 3 | 4-7 | 2 |
10 | B68 | 5 | 0 | 2 | 3 | 3-15 | 2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald