2016-02-05 15:46
6 føroysk skip eru á makrelveiðu í ES-sjógvi, tey royna tætt norður úr Hebridinum. Tað hevur verið heilt nógvur makrelur at sæð á leiðini har tey royna - á uml. 59N og 6,5V.
Tey føroysku skipini eru: Næraberg/Safir, Tróndur í Gøtu/Beinisvørð og Fram/Sjagaklettur, tey trý pørini partrola.
Helst fer okkurt av teimum at sigla til Føroyar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald