JN

54 fólk á bíðilista í Vága kommunu

...

2017-05-01 15:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað gongur spakuliga framá við útstykkingunum í Vága kommunu. Kommunan hevur avbjóðingar av, at sera nógv virksemi er í landinum, so kapping er um arbeiðskraftina.

Støðan við útstykkingunum er henda:

  1. Í Vatnsoyrum var kommunan noydd at keypa meira lendi, enn biðið var um av fyrstan tíð. Kommunan hevur í dag fingið váttan uppá at fáa hetta lendi. Umhvørvisstovan væntar, at grundstykkini vera sundurbýtt um einar 4 vikur. Tá er klárt at selja stykkini.
  2. Í Sandavági við Stóraklett eru fundamentini til gøtuljósini nú sett og káplarnir strektir. Umhvørvisstovan kemur í næstu viku vestur at mála upp. Væntandi verða grundstykkini sundurbýtt um 6 vikur. Tá er klárt at selja grundstykkini.
  3. Í Miðvági við Olivarsveg er arbeiðið júst byrjað. Vónandi verður henda útstykkingin liðug í heyst.

Av tí, at sera stórur eftirspurningur er eftir grundstykkjum í kommununi, fer býráðið áðrenn summarfrítíðina at viðgera, hvar næstu útstykkingarnar skulu gerast.

Í Miðvági standa 38 fólk á bíðilista og í Sandavági 18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder