JN

51 vilja lesa marknaðarførslubúskap

...

2015-07-14 16:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið umsóknarfreistin til nýggju yrkisakademisku útbúgvingina innan búskap og marknaðarførslu á Føroya Handilsskúla var úti, høvdu 51 søkt. Og í síðstu viku fingu tey sum hava søkt inn á útbúgvingina bræv frá Handilsskúlanum við boðum um upptøku. 32 eru tikin inn, og 10 eru komin á bíðilista. Nøkur fáa fráboðan um, at tey ikki lúka upptøkutreytirnar.

Tá Føroya Handilsskúli fór í gongd við at bjóða út marknaðarførslubúskap í vár, var tað fyrstu ferð, at ein yrkisakademisk útbúgving á handilsliga økinum er boðin út í Føroyum. Á Handilsskúlanum hava vit bíðað við spenningi, hvussu undirtøkan fór at verða.

Skúlin setti sær sum mál, at stovna ein flokk í 2015, og so verður. Seint í august verður lagt til brots. ??tbúgvingin tekur 2 ár, so á sumri 2017 verða tey fyrstu lesandi í marknaðarførslubúskapi liðug.

Treytirnar fyri at sleppa inn á útbúgvingina eru, at umsøkjarin hevur eina gymnasiala miðnámsútbúgving ella eina yrkisútbúgving. Harumframt krevst, at viðkomandi hevur staðið enskt á C stigi og annaðhvørt støddfrøði ella virkisbúskap á B stigi.

Tey sum ikki vórðu upptikin, og eisini tey ikki meta seg lúka upptøkutreytirnar, kunnu altíð venda sær til skúlan at fáa ráð og leiðbeining, so at tað sum restar í kann verða fingið frá hondini áðrenn útbúgvingin verður boðin út næstu ferð.

Læraratoymið, sum er neyvt samansett til útbúgvingina, er farið undir at fyrireika seg væl og virðiliga, og vit gleða okkum til at taka ímóti einum hópi at forvitnum og spentum lesandi eftir summarfrítíðina.

Diplomútbúgving á Føroya Handilsskúla framvegis sera væl umtókt

Heili 39 fólk høvdu søkt inn á diplomútbúgvingina í leiðslu tann 1. Juli, tá ið umsóknarfreistin var úti. Hesi fáa nú boð í telduposti. 30 teirra lúka upptøkutreytirnar og verða upptikin. Hini fáa tilboð um at taka akademiútbúgvingina ella partar av henni fyrst. Nøkur eru í bíðistøðu meðan umsóknin verður nærri greinað.

Diplomútbúgving í leiðslu er ætlað fólki, sum hava leiðarastarv á øllum stigum innan almenna og privata geiran. ??tbúgvingin er eisini ætlað teimum, sum hava ætlanir um at gerast leiðarar, og sum røkja uppgávur har leiðsla er umráðandi. Treytirnar fyri upptøku er, at tú hevur styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap, akademiútbúgving, HD 1. part, bachelorútbúgving, ella líknandi útbúgving.

Føroya Handilsskúli hevur eitt væl samansett toymi av royndum undirvísarum, sum gera útbúgvingina spennandi og viðkomandi fyri tey lesandi. ??tbúgvingin tekur 2 ár umframt høvuðsuppgávu, og verður útbúgvingin skipað sum parttíðarlestur. Vanliga verður undirvíst tveir fríggjadagar og tveir leygardagar um mánaðin. Tó verður í ár lagt til brots við einum vistarskúla (internat) skeiði, sum tekur tríggjar dagar.

Av tí at undirvísingin er liðilig og at Handilsskúlin hevur eitt toymi av undirvísarum, ber til at taka enn fleiri lesandi inn. So eru tað enn nøkur, sum ynskja at koma afturat, ber enn til at seta seg í samband við skúlan. Umsóknarbløð eru á heimasíðu Handilsskúlans.

Nærri kunning fæst á heimasíðu Handilsskúlans www.fh.fo

Framvegis møguligt at taka fak á akademiútbúgvingini og HD í heyst

Á akademiútbúgvingini hevur Handilsskúlin í Marknagili bjóðað út 5 lærugreinir í heyst, umframt at Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar tvær lærugreinar út. Eftir tilmeldingunum at døma, verða tríggjar lærugreinar settar í verk í heyst, meðan hinar báðar eru ivasamar. Til ber enn at søkja inn á hesar, av tí at lærugreinirnar ikki eru fullteknaðar, eins og tað framvegis eru onkrir møguleikar innan HD.

Tað ber framvegis til at søkja inn á hesar lærugreinar: Strategiskur leiðaraskapur, Marknaðarførsla og samráðing, Broytingarleiðsla, Hagfrøði og Marknaðar- og mentanargreining. Tríggjar tær fyrstu verða heilt vist settar í verk, meðan ivasamt er við teimum báðum seinastu. Í august mánaða verður støða tikin til, hvørjar lærugreinir verða undirvístar, og hvørjar mugu bíða.

Á HD eru ein kravd og tríggjar vallærugreinir bodnar út í heyst. Tann kravda er vinnulívsrættur meðan vallærugreinarnar eru samráðingarteknikkur, altjóða búskapur og leiðsla av toymum. Av tí at hesar lærugreinar ikki eru full teknaðar, ber enn til at søkja inn á allar lærugreinarnar.

Umsóknarbløð eru á heimasíðu Handilsskúlans. www.fh.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder