2016-05-25 08:28
4 gulllaksaskip landa í morgun, tilsamans hava tey útvið 500 tons, sum tey hava fiskað í 6 dagar.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava 260 tons, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava roynt í útsynning úr Føroyum.
Vestmenningur og Skoraberg landa í Klaksvík, teir hava 230 tons, teir hava roynt suður ímóti ES-markinum.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir allan gulllaksin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald