2016-07-05 15:39
Næraberg og Slættabereg fara til Grønlands at partrola eftir makreli. Slættaberg er klárur, hann liggur á Klaksvík, Næraberg liggur á Kollafirði, har verður riggað til, teir rokna við at sigla í kvøld.
Vit vóru á bryggjuni í Kollafirði í dag, har teir baksaðust við at rigga til. Vit hittu skiparan Kristian Dam úr Kollafirði, hann segði at tað ljóðaði einki frá í Grønlandi enn, men hann hevði tó góðar vónir.
Kristian roknaði við, at teir fóru avstað í kvøld, hann segði at 42 mans verða við Næraberg og 8 við Slættaberg.
Vit tóku nakrar myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald