www.setur.fo skrivar (Anna Kartin Matras)
Seinnapartin í gjár var skipað fyri almennum hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum á 50-ára stovningardegi Fróðskaparsetur Føroya.
Tiltakið byrjaði við almennari móttøka kl. 15, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Sigurð í Jákupsstovu, rektari og Herálvur Joensen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, bóru fram kvøður. Síðani hugleiddi Jóan Pauli Joensen, professari, um Fróðskaparsetur Føroya frá fyrstu fyrireikingunum til dagin í dag.
??orsteinn Ingi Sigfússon, professari, var boðin við sum gestafyrilestari, har hann helt ein fyrilestur um nýskapan og burðardygga menning.
Undan steðginum var skemtligt innslag, har Súsanna Tórgarð, alias granskarin Matilda Mjørkatám, saman við Riu Tórgarð, greiddi frá sínari gransking í gomlum vísum og skjaldrum. Í steðginum høvdu gestirnir høvi til at síggja framsýningina, sum var sett upp til høvið.
Eftir steðgin vórðu tríggir heiðursdoktarar tilnevndir: Jens-Kjeld Jensen, Petur Jacob Sigvardsen og Hanus Kamban. Hetta er fyrsta tilnevning av heiðursdoktarum á Fróðskaparsetrinum síðani í 1990, tá Jóhannes av Skarði og Robert Joensen vóru tilnevndir heiðursdoktarar á 25 ára haldinum hjá stovninum.
Í leiðreglunum fyri tilnevning av heiðursdoktarum er ásett, at faklig metingarnevnd skal meta um førleikar og avrik hjá tí, sum er í uppskoti til heiðursdoktaraheiti.
Jens-Kjeld Jensen fekk heitið fyri umfatandi innsavningararbeiði, gransking og útgávu um fjøltáttað evni í lívfrøði í Føroyum. Í metingarnevndini vóru Sven-Axel Bengtson, professari emeritus á Lunds Universitet, Ulf Gärdenfors, professari á Sveriges Landbruksuniversitet og Jostein Kjærandsen. fyrstiamanuensis á Universitetet i Tromsø.
Petur Jacob Sigvardsen fekk heitið fyri ritverkini Torvið í Føroyum, Gjáar søga og Hin heimurin. Í metingarnevndini vóru Jóan Pauli Joensen, professari á Fróðskaparsetrinum, Eyðun Andreassen, professari emeritus á Fróðskaparsetrinum og Erland Viberg Joensen, deildarleiðari á Søvnum Landsins.
Hanus Kamban fekk heitið fyri sítt umfatandi ritverk við serligum denti á verkið um J.H.O Djurhuus. Í metingarnevndini vóru Turið Sigurðardóttir, professari á Fróðskaparsetrinum, Jürg Glauser, professari á Universität Zürich, og Anne-Kari Skarðhamar, professari á Høgskolen i Oslo.
Eftir hetta var ein framúr framførsla frá Tórshavnar Musikkskúli, áðrenn Agnes Mols Mortensen, ph.d. hevði eina framløgu um týdnigin av tí heimliga vísindaliga tilknýtinum, sum hon sjálv hevur havt til Setrið. Seinast hevði Turið Christoffersen, umboðaði Ráð teirra lesandi á Setrinum, eina framløgu um hvussu tey síggja Fróðskaparsetrið og møguleikarnar tess um 50 ár.
Tiltakið endaði við góðum ábiti saman við góðum tónleiki frá Benjamin Petersen.
Sí myndir frá hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum á 50-ára stovningardegi Fróðskaparsetur Føroya mikudagin 20. mai 2015
- Myndir frá hátíðarhaldinum fyrrapart fyri starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetrinum
- Myndir frá almenna hátíðarhaldinum
- Myndir frá framsýningunum til hátíðarhaldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald