2016-03-29 12:20
5 trolarar landa í dag á Kósini, hjá øllum er meginparturin upsi.
Stjørnan/Polarhav hava 205.000 pund.
Vestmenningur/ Skoraberg hava 135.000 pund.
Grønanes hevur 60.000 pund, makkarin hjá Grønanesi, sum er Vesturtúgva, landar í Havn, teir hava eisini um 60.000 pund.
Stjørnan/Polarhav og Vestmenningur/Skoraberg fara nú á gulllaksaveiðu.
Gulllaksakvotan er í ár 13.000 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald