Vinna

5% meira útgoldið í lønum í ár

...

2014-12-08 20:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í november vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 645 mió. kr., 15 mió. minni enn í oktober. Afturgogndin er 2,4%. Lønirnar seinastu mánaðirnar eru merktar av, at veiðan eftir uppisjóvarfiski er seinni í ár í mun til í fjør. Hetta sæst m.a. við, at lønirnar í august vóru lágar, men rættaði hetta seg aftur í september og serliga í oktober. Besti mánaði higartil í ár var í oktober, so afturgongdin í november er at meta sum, at nú eru lønirnar aftur á vanligum støði. Trendurin vísir, at í løtuni er langtíðargongdin ein lítil hóvligur vøkstur hvønn mánað.

5,1% meira útgoldið í lønum higartil í ár
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru útgoldnar 6.871 milliónir kr. í lønum, tað eru 335 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5,1%.

Í ár hevur byggivinnan havt størstu framgongd, um 12% í longri tíð. Hinvegin hevur framgongdin í fiski- og alivinnuni verið ójøvn, nærum 9% fyrra hálvár, so var afturgongd í summar, men aftur framgongd í heyst, so samantikið higartil í ár er framgongdin 6,6% í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
 

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Kelda: hagstova.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder