2017-06-04 20:51
Tey íslendsku svartkjaftaskipini heva fiskað nógvan svartkjaft við Føroyar higartil í ár.
Nú eru 5 íslendsk skip ávegis til Íslands at landa - tey eru: Bjarni ??lafsson, Hoffell, Venus, Víkingur og Beitir.
Einki íslendskt svartkjaftaskip er nú eftir í føroyskum sjógvi, vit hava frætt, at svartkjaftafiskiskapurin hevur tikið seg upp í íslendskum sjógvi, so tey royna helst har.
Tey føroysku skipini, sum hava roynt vestur úr Suðuroynni, eru í kvøld stødd í landsynning úr Akrabergi, hini føroysku skipini royna eystur úr Fugloynni - á uml. 62N og 2V
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald