Vinna

450 tons av gulllaksi vórðu landað í gjár

...

2016-04-16 07:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gulllaksafiskiskapurin hevur verið góður síðan skipini byrjaðu uppá gulllaksafiskiskapin fyri tveimum vikum síðan.

Tað eru 6 skip, sum hava loyvi at fiska gulllaks - pørini Vestmenningur/Skoraberg og Polarhav/Stjørnan landaðu í gjár fyri aðru ferð í ár, Vestmenningur/Skoraberg landaðu 250 tons í Kollafirði og Polarhav/Stjørnan landaðu 200 tons á Kósini.

Tað triða parið - Eysturbúgvin/Vesturbúgvin -  hevur landað ein túr á Toftum, teir royna norður av Føroya Banka og landa helst aftur mánadagin.

Pørini - Vestmenningur/Skoraberg og Polarhav/Stjørnan fóru nýggjan túr seint í gjárkvøldið.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder