Vinna

40-ára starvsdagur

...

2019-02-07 11:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á hugnaligari samkomu í Hvalvíkar skúla í dag varð Katrina Svartá viðurkend fyri at hava verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í samfull 40 ár. 

Fríðbjørg Hammer, fyrstilærari, helt røðu og las yrking upp, sum lærarar og næmingar hava gjørt. Eisini fekk Katrina handað gávu.

Heðin Zachariasen borgarstjóri takkaði Katrinu fyri valaverk øll hesi árini og ynskti henni alt tað besta frameftir. Katrina fekk eisini gávu frá kommununi.

Vit vilja ynskja Katrinu hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum, skrivar Sunda kommuna.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder