DSME Shipyard byggir nøkur av heimsins størstu skipum.
Í løtuni hava teir sáttmála um bygging av 11 skipum til MAERSK-reiðaríðið, øll skipini eru eins og kunnu taka 20.568 bingjur, sum eru 20 fót.
Tað merkisverda er, at teir sum verða skiparar á trimum av skipunum, allir eru ættaðir úr Sandavági og allir eru teir skyldmenn - teir eru JógvanArni í Haraldstovu Petersen, Jógvan Petersen, Jon Edvard Petersen og Max Degn í Haraldstovu.
MAERSK hevur yvirtikið trý skip, næsta skipið til MAERSK verður MILAN MAERSK, tað skal latast MAERSK ½ september, skiparar verða JógvanArni í Haraldstovu Petersen og Jógvan Petersen.
Jon Edvard verður skipari á MONACO MAERSK sum verður latið fyrst eftir MILAN MAERSK og Max Degn í Haraldstovu verður skipari á tí eina skipinum, hvat navn tað fær vita vit ikki beint nú.
Sí myndirnar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald