Vinna

4 skip sigla heim undan Ísland

...

2015-02-21 16:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 4 skip eru á veg heim undan Íslandi, tey eru: Jupiter, Christian í Grótinum og Fagraberg, sum koma heim við lodnu og so Jákup B sum hevur roynt við línu á íslandsmiðunum.

JN.fo tosaði umboð á Jupiter fyri løtu síðan, teir hava 1.000 tons og verða á Tvøroyri tíðliga sunnumorgunin, Fagraberg og Christian í Grótinum verða eisini inni tíðliga sunnumorgunin, hvat teir hava vita vit ikki í løtuni, teir landa helst í Kollafirði og í Fuglafirði.

Lodnan hevur flutt seg suðurum í nátt, tey flestu skipini eru stødd við Oyggjarnar. av føroyskum skipum eru Norðborg, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu á lodnufeltinum.

KL. 11.45 Vit á JN.fo tosaðu við skiparan á Christian í Grótinum - Kristian Martin Rasmussen, hann segði at í gjárkvøldið og í nátt fingu skipini nógva lodnu, teir fóru at sigla í nátt, við 1.400 tonsum, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði og verða inni mitt í nátt.

Kl. 11.48 Vit á JN.fo hava eisini tosað umborð á Fagraberg, teir hava 1.400 tons, sum teir landa í Kollafirði til Faroe Pelagic, teir verða á Kollafirði seint í nátt.

Les eisini HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder