Mentan

4 nýggj nøvn ið fara at framføra á Country- & Blues festivalinum

...

2015-05-06 17:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hallur Joensen:

Av fýra møguligum Country- & Bluesfestivalum, er hetta fjóru fer, at Hallur Joensen er á plakatuni. Hann er uttan iva, eitt tað størsta countrynavnið í Føroyum og tað gleðir okkum, at tað aftur í ár hevur eydnast at hava Hall við okkum í ár.

Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, Pickin??? Time In Nashville og gjørdist hon mest selda fløga tað ári. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og er hann ein av virknaðustu tónleikarunum her heima, hetta hevur millum annað ført við sær, at hann fekk tann stóra heiður, at verða kosin besti sangari á FMA í 2014.

Hyggja vit eftir kalendaranum hjá Halli fyri komandi tíðina, so síggja vit, at hann umframt at framføra um alt Føroya land, eisini er nógv í útlondum og spælir, millum annað í Hollandi, Danmark, Norra og Hetlandi.

Fyrr í ár var Hallur í Nashville og spældi tónleik inn, sum skal verða grundarlagið undir eini nýggjari fløguútgávu.

Á komandi Country- & Bluesfestivali fer Hallur millum nógv annað at framføra burturúr nýggja tilfarinum. Eisini kunnu vit avdúka, at hann fer at hava ikki minni enn tríggjar ymiskar duettir á pallinum, tónleikarnir verða mestsum teir somu sum altíð og boðar tað sjálvandi fyri góðsku, tá hesi fólkini kenna hvønn annan út og inn.

Vágaverk/Váðaverk:

Fyri fyrstu ferð er Vágaverk/Váðaverk á skránni hjá Country- & Bluesfestivalinum.

Seinastu árini hevur hesin bólkur verið ein av mest spældu bólkum í føroysku úrvarpsrásunum,

Vágaverk hevur givið tvær fløgur út, tann fyrra ???Vágaverk/Váðaverk??? kom út í 2002, av tí perlurekkjuni av løgum á tí fløguni, kunnu vit millum onnur nevna hesi løgini, sum hvørt mansbarn man kenna, Medistari í Karry, Á trappuni hjá Lenu, Eftir 1001 Nátt og Jung & Freud & Fromm og úr seinnu fløguni, sum kom út í 2014 ???Drekkivatn???, kunnu vit úr tí perlurekkjuni av løgum nevna Hvar Baby - Ljóta verð, Gamla mer ??? Býtisbarn og Tað var tá. Drekkivatn varð á FMA fyrr í ár, vald til ársins fløgu í 2014 undir bólkingini Blues, Folk & Country.

Teir, sum spæla við Vágaverk á Country- & Bluesfestivalinum eru: Jóan Jakku Guttesen, sang - Sámal Ravnsfjall, sang ??? Ronny Nielsen, sang ??? Brandur Jacobsen, trummur ??? Jón Mc.Birnie, bass ??? Kim Hansen, ljómborð, Leivur Thomsen, guitar og ??lavur ??ster, guitar.

Blátt Gras:

Í fjør vóru teir einamest kendir í Vágum. Síðani fløguútgávuna í november 2014, hava teir javnan verið at hoyrt í útvarpsrásunum. Blátt Gras gav út fløguna ???Ávegis??? eftir at hava verið í Nashville í North Carolina í USA og tikið upp.

Eftir at fløgan kom út, og kanska serliga eftir, at bólkurin vann heiðurin á FMA at eiga besta sang innan country, folk og blues, so hevur eftirspurningurin verið sera stórur. Tað var nemliga sangurin ???There is room at the table???, ið bleiv kosin ársins sangur.

Blátt Gras hevur verið runt nógvastaðni í Føroyum og móttøkan hevur verið sera jalig. Manningin á fløguni er: Ragnar Joensen, Terje Johannesen, Jóhan Mikkelsen, Richard H. Johansen, Gunnar Steintún og David Johnson. Rógvi Johannesen hevur loyst Gunnar av á bassinum eftir at Gunnar fór á skúla í Norra.

Hetta er triðju ferð, at Blátt Gras er umbiðið til Sørvágs Country og Blues Festival. Manningin lovar, at hóast hetta er triðju ferð, so verður okkurt nýtt tilfar, sum áhoyrararnir skulu gleða seg at hoyra.

Robert og Vinmenn:

Robert McBirnie hevur í tveimum umførum verið tann, sum hevur stýrt pallunum og pallskiftunum á Country- & Bluesfestivalinum, men soleiðis verður tað ikki í ár, tí í ár fer Robert saman við vinmonnum, sjálvur at farmføra.

Robert og Vinmenn eru alt góðir og garvaðir tónleikarar, sum hava spælt saman í nógv ár, ja tríggir av teimum í meira enn 30 ár.

Manningin er:

Robert Mc.Birnie, Guitar og Sang

??lavur ??ster, Guitar

Finnur Hansen, Keyboard og Sang

James Olsen, Trummur og Sang

Jón Mc.Birnie, Bass

Skráin fevnir ógvuliga breitt , heilt frá Blues yvir til Rhythm and Blues og til Country & Country-Rock. Og so sjálvandi nakað av tí føroyska hjá Robert sjálvum, sum hann vónar, at fólk fara at syngja við til!!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder