2016-05-11 06:30
Pørini Vestmenningur/Skoraberg og Vesturbúgvin/Eysturbúgvin landa gulllaks í morgun.
Skipini hava havt smáligan fiskiskap, tað høvdu tey eisini seinasta túr, men sagt verður at veðrið hevur verið sera ólagaligt.
Vestmenningur og Skoraberg landa í Kollafirði, teir hava góð 210 tons, teir hava roynt sunnanfyri allan túrin.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava 160 tons, teir byrjaðu á Lúsabanka, royndu so vestur av Føroya Banka, men endaðu eisini suður ímóti ES-markinum,
Væntandi landa Stjørnan og Polarhav í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald