Vinna

4 gulllaksaskip landa á Kósini

...

2017-04-28 08:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 4 gulllaksatrolarar landa í dag á Kósini og harafturat landar Kvikk, sum hevur fulla last (Sí HER).

Vestmenningur og Skoraberg byrjaðu at landa tíðliga í morgun, teir hava góð 200 tons.

Um 10 tíðina koma Polarhav og Stjørnan á Klaksvík, teir hava 200 tons.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Stjørnuna fyri løtu síðan, teir søgdu, at teir byrjaðu túrin seinasta fríggjadag, men hava havt tveir bakk dagar. Teir byrjaðu vestanfyri, men endaðu túrin sunnanfyri.

Teir søgdu eisini, at einki var at fáa á Lúsabanka í ár og tað sveik eisini har seinasta ár - okkurt ár hava teir bara roynt á Lúsabanka.

Alt, sum verður landað á Kósini, verður koyrt við bili til Tavuna í Leirvík, sum keypir gulllaksin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder