2016-06-19 11:15
Føroyska Vaktar og Bjargingartænastan hevur í morgun tikið 4 franskar trolarar, sum fiskaðu á eini stongdari leið eystanfyri. Tað er talan um 2 fronsk pør, sum fiskaðu á eini stongdari leið eystur úr Fugloynni.
Skipini eru nú áveg til lands og verða á Havnini millum kl. 15 og 16 í dag.
Talan er um hesi skipini:
Haltenbank Pairterawl, sum er 48 m. langur
Cap Saint Georges, sum er 44 m. langur
Andre Leduc, sum er 44 m. langur
Bressay-Bank Pair TR, sum er 45 m. langur.
Vit hava myndir av skipunum niðanfyri:
Sí myndir HER. - tá ið skipini komu á Kollafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald