2015-12-22 06:39
Skipini - Fram, Steintór, Atlantsfarið og Topas, sum hava verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi, settu í kvøld kós móti Føroyum, Atlantsfarið og Topas sum hava partrolað hava uml. 500 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
JN.fo tosaði við Mikkjal Hammer skipara á Fram fyrr í kvøld, Mikkjal segði, at teir skuldu partrolað við Steintór, men teir høvdu ikki havt trolið úti, tú líkindini vóru so vánalig og makrelurin stóð innanfyri 12. fj. markið. Veðrið var einki serligt, ættin var útsynningur og vindferðin lá millum 20 og 25 m/sek. nú í nátt.
??tlanin er, at Fram og Steintór fara ein túr afturat millum jóla og nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald