Vinna

4 føroysk línuskip royna við Ísland

...

2016-05-08 19:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í løtuni eru 4 føroysk línuskip við Ísland - tey eru Eivind, Sigmund, Stapin og Skørin.

Eivind, Sigmund og Stapin eru á Vesturlandinum, ímeðan Skørin roynir eystanfyri.

Tað hevur verið smáligt fiskarí, veðrið hevur verið vánaligt teir seinastu dagarnar, men nú verður sagt frá góðveðri eina viku fram.

Henda tíðin plagar ikki at roynast væl hjá línubátum, men nú skuldi fari at batna aftur.

Jákup B. hevur eisini verið til fiskiskap við Ísland, teir komu á Klaksvíkina í dag, vit hava frætt, at teir hava hmpuligan túr - teir landa í morgin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder