JN

4 fólk fingið heiðurin sum Ársins fyrstihjálpari

...

2015-02-13 04:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tryggingarfelagið Føroyar skrivar:

Hesi fýra eru Arndis Nicolajsen, sála, Sólrun ??rvarodd, Niels Juul Olsen og Jóna Nicolajsen. Saman fáa tey heiðurin at verða kosin Ársins Fyrstahjálparar, tí tey bóru sera skjótt at við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp til Hans Falkvard Hansen, tá hesin fall í óvit í mai í fjør - orsakað av hjartatilburði.


Sjálvur sigur Hans Falkvard Hansen soleiðis frá tilburðinum, ið hendi á kaiini í Skopun í sambandi við Team Rynkeby súkling:

???Eg súkklaði oman á havnalagið í Skopun henda góðveðurs morgun, súkklaði inn á parkeringsplássið á kaiini, men so bleiv alt svart. Eg minnist tí einki um tað megnararbeiði, sum tey 4 omanfyrinevndu gjørdu fyri at bjarga mær lívinum. Hjartað var steðgað, og í tveimum ella trimum umførum stríddust tey fyri at fáa lív í meg aftur.

Sólrun ??rvarodd, sjúkrarøktarfrøðingur, byrjaði at geva mær kunstigan andadrátt, so skjótt eg var smallin um. Niels Juul Olsen, bussførari, leyp til og gav mær hjartamassagu. Arndis Nicolajsen, fór niðan í Telebúðina í Skopun eftir hjartastartaranum, samstundis sum hon ringdi til dóttur sína, Jónu, sum er portørur. Hon kom beinanvegin á staðið og brúkti hjartastartaran, tá tey tvær ferðir til fánýtis, høvdu roynt at fáa lív í meg. Nú bragdaði, og lív rann í meg aftur. Hjartaligt nærlagni, hepni og kønar hendur bjargaðu mær.???

Reyði Krossur velur hesi fýra Ársins Fyrstahjálparar, tí tey hava givið góða fyrstuhjálp og samstarvað sera væl. Tey komu skjótt í gongd við at geva hjarta-lungna-bjarging, HLR, og tað athjartastartari skjótt kom á staðið, hevur verið við til at bjarga lívinum hjá Hans Falkvard Hansen.

Harumframt vóru trý onnur tilnevnd sum ársins fyrstihjálparar. Sigurd Jan Tavsen, Jennleyg Kallsoy og Jónstein Petersen. Tey hava øll trý á ymiskan hátt víst stórt dirvi og hava verið við til at bjarga mannalívi.

Hetta er trettanda ferðin, at Reyði Krossur Føroya heirðar Ársins Fyrstahjálpara. Og aftur hesa ferð er tað Tryggingarfelagið Føroyar, ið stuðlar tiltakinum.

(Á myndini síggjast: Hjalti í Jákupstovu, Regin Hammer, Hans Falkvard Hansen, Niels Juul Olsen, Sólrun ??rvarodd, Jóna Nicolajsen og mynd av Arndis Nicolajsen, sála.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder