Politikkur

37 lestrarbústaðir, mentanarhøll og vónandi innandura spælipláss í Finsen

...

2017-11-03 20:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undanfarna býráðssamgonga legði stóran dent á at fríðka miðbýin, og at bjóða ungdóminum inn í býin. Og sjón gongur fyri søgn. Býurin er veruliga hamskiftur ??? til tað betra.

Stóra verkætlanin at gera Kommunuskúlan til 37 lestrarbústaðir var ein liður í hesari ætlan. Tjóðveldi ynskti at Kommunuskúlin skuldi javnast við jørðina, men vit hildu fast um, at hesin skúli ber so stóran mentanararv við sær, at hann skuldi varðveitast.

Og nú er verkætlanin, sum hevur fingið navnið Finsen, liðug. Teir 37 bústaðirnir eru góðir. ??tiøkið er frálíkt, og gamla aulan er komin aftur til heiðurs og æru, sum mentanar- og framførsluhøli. Og rúm er sett av til verkstaðir til listafólk.

Upprunaliga var ætlanin at fimleikahallirnar skuldu umbyggjast til innandura spælipláss ??? men hesa ætlan hevur henda býráðssamgongan vrakað - tíverri.

Eg vóni at tað fer at eydnast okkum at fáa upprunaligu ætlanina framda, at gera eitt innandura spælipláss fyri børn í gomlu fimleikahøllini. Tað hevði verið ein kærkomin gáva til fjøldina av barnafamiljum í Havn. Og tað hevði av álvara skapað lív og gleði.

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder