2016-06-16 21:39
Føroya Ríðingarfelag: Síðani 1970 hevur Føroya Ríðingarfelag á hvørjum árið havt kappríðing við Leynavatn, og 2016 verður so einki undantak í so máta. Kappingin verður nú leygardagin kl 15.
Hesaferð eru 36 ross melda til FM kappingarnar, umframt tey sum eru til stuttleikakappingina aftaná. Hetta talið er áleið tað sama sum seinasta ár og tað fegnast tey í nevndini hjá felagnum um.
Hesi 36 ross eru deild upp í 7 bólkar, har tað so í hvør sínum lagið verður dystast um at hava bestu tíðina um teir 250 metrarnar breyitn er. Tey heilt skjótu rossini kunna klára málið uppá áleið 18 sekund.
Av teimum spennandi ryttinum sum eru hesuferð er heilt avgjørt seinasta rytti, har Freyr og Anna Magnussen av Lamba skula dystast móti fleirfaldu FM vinnarunum úr Leynum, Fúsa við Zacharias R. Jakobsen á baki. Í kappingini í Vágum í seinastu viku var einans 0,4 sekund meillum hesi bæði ross, sum ikki vóru í sama rytti tá. Har vesturi átti Fúsi betri tíðina, men nú verður spennandi at síggja hvat hendur tá teir møtast í beinleiðis dysti.
Nakað annað forkunnugt sum verður at síggja leygardagin, er eitt Lusitano ross í tvíspor - hetta ross hevur tó enn ongan at kappast ímóti, men vónandi fer onkur at bjóða Cometa sum rossi eitur av í opna flokkinum, har øll rossasløg hava møguleika at dystast. Lusitano rossaslagið kemur úr Portugal og er tað Michel Nielsen sum eigur hendan hestin.
Allar paringar eru at síggja á leinkju niðanfyri - gerast skal vart við at Tvíspor opin flokkur er millum Tvíspor Ung og Tvíspor ll flokk.
TRÝST HER - PARING LEYNAVATN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald