Vinna

36 bátapláss verða í nýggja bátahylinum á Válinum - myndir

...

2017-06-02 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggi bátahylurin á Válinum er nú nærum liðugur at taka í brúk. Vit hava í dag tosað við borgarstjóran í Kvívíkar Kommunu - Hera Muller - og spurt nær nýggi bátahylurin verður tikin í brúk. Hann segði, at enn vóru nøkur smáting eftir at fáa frá hondini, men tað kom at verða heilt skjótt, at bátahylurin verður tikin í brúk. Borgarstjórin segði eisini, at pláss verður til 36 bátar, kommunan hevur fingið umsókn frá 24 bátaeigarum, um at fáa pláss í nýggja bátahylinum.

Vit vóru á Válinum í dag og tóku nakrar myndir, har var fólk frá felagnum Petur Larsen í Fuglafirði, teir hava selt bátabrúgvarnar og løgdu í dag seinastu hond á verkið - vit tóku nakrar myndir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder