Politikkur

354 fólk høvdu greitt atkvøðu í Vága kommunu kl. 14.30

...

2016-11-08 14:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vit hava fyri løtu síðan tosað við formannin í valstýrinum fyri Vága kommunu - Torfinn Jacobsen.

Torfinn segði, at kl. 14.30 høvdu 354 fólk greitt atkvøðu á Giljanesi, tað eru íalt 1.459 fólk, sum hava valrætt, so tað svarar til 24,3%, sum hava atkvøtt.

Somu tíð fyri 4 árum síðan høvdu 305 fólk, ella 21,6% greitt atkvøðu, tá høvdu 1.411 fólk valrætt.

50 fólk eru uppstillaði í Vága kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder