
Hagstovan skrivar:
Síðstu fimm árini er talið av løntakarum vaksið við 3.500 ella 15%. Í hesi greining hyggja vit nærri eftir, hvussu ymiskur henda broytingin hevur verið millum kyn, vinnugreinar, aldursbólkar, sýslur og millum løntakarar við ymiskum tjóðskapi.
At vit gera eina serliga greining fyri júst hesi árini eftir 2013 til og við 2018, kemur av gongdini, ið var eftir fíggjarkreppuna, har stór afturgongd var í løntakaratalinum 2009-11, sum sæst av myndini niðanfyri, men har talið av løntakarum aftur fór at veksa eftir 2013.
Um broytingina frá 2013 til 2018 kann samanfatandi nevnast, at
- millum kynini vóru 476 fleiri mannfólki enn konufólk í vøkstrinum,
- nógv størsti vøksturin var í høvuðsbólkinum ???Byggivinna o.o. tilvirking???, ið vaks 3-4 ferðir so nógv sum hinir,
- tríggir fjórðingar av løntakarunum í almennum o.ø. tænastum eru konufólk - í byggivinnuni eru yvir 90 % mannfólk,
- eftir aldri er størsti vøksturin hja teim 25-39 ára gomlu, men lutfalsliga er størsti vøksturin hjá teim 67-74 ára gomlu,
- eftir sýslum er størsti vøksturin í Streymoyar sýslu, men lutfalsliga er hann størstur í Vága sýslu,
- eftir tjóðskapi eru 86% av løntakarunum fødd í Føroyum ??? 95% hava danskan ríkisborgaraskap.
Aftast í hesi grein er stutt lýsing av, hvør verður taldur sum løntakari, hvat er við í høvuðsvinnubólkunum, og hvat er trendur.
Størri vøkstur hjá mannfólki enn konufólki
Bæði hjá monnum og kvinnum er løntakaratalið vaksið hesi árini. Árini 2014-18 er talið vaksið við 600-800 løntakarum árliga. Talið av mannligum løntakarum er økt við 2.028 úr 12.094 upp í 14.122 ella við 17% síðani 2013. Talið av kvinnuligum løntakarum er samstundis økt við 1.552, úr 11.471 upp í 13.043 ella við 14%. Gongdin hjá báðum kynum hevur verið rættiliga lík, men serliga í 2015 var frávik frá gongdini, har fleiri konufólk enn mannfólk vóru í vøkstrinum.
Størsti vøkstur í bygging og tilvirking við 40%
Løntakaratalið er vaksið í øllum vinnugreinum síðani 2013. Gongdin hevur tó verið ymisk í vinnugreinunum.
Verður gongdin lýst í 4 høvuðsvinnubólkum, hevur nógv størsti vøksturin verið í bólkinum ???Byggivinna o.o. tilvirking???, sum er vaksin við 40%. Bólkurin ???Fiskivinna og onnur ráevnisvinna??? er vaksin við 13%, ???Privatar tænastuvinnur??? við 12% og ???Almenn og onnur tænasta??? við 10%.
Lýst við trendinum vísir gongdin samanlagt fyri allar vinnur (svarta strikan á myndini niðanfyri) ein rættiliga støðugan vøkstur hesi árini við nakað oman fyri 0,2% í miðal hvønn mánað. Tó hava verið stór sveiggj í einstøkum vinnum.
Størstu sveiggini eru í fiskivinnuni
Í øllum høvuðsvinnubólkum er nakað av sveiggi í gongdini mánað fyri mánað - sjálvt um tølini eru árstíðarjavnað og hartil lýst við trendinum, har eisini er lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánað.
Nógv tey størstu sveiggini hesi árini eru í høvuðsbólkinum ???Fiskivinna og aðrar ráevnisvinnur??? , tá sum oman fyri nevnt er tikið hædd fyri sveiggjum í árstíðum og øðrum óreglusemi í ymsu vinnugreinabólkunum. Í ???Fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum??? hevur talið av løntakarum gingið bæði upp og niður hesi árini. Seinna hálvár 2017 og fyrra hálvár í 2018 var afturgongd í løntakaratalinum í hesum bólki, men seinasta hálvárið hevur gongdin aftur verið positiv.
Trið størsti vøkstur í vinnugreinunum var í gistihús- og matstovuvirkjum
Verður farið nærri inn í vinnugreinarnar, sum í teim 22 í myndini niðanfyri, fæst ein meira fjølbroytt mynd av gongdini hesi seinastu fimm árini. At nógv størsti vøksturin er í byggivinnuni er neyvan undrunarvert. At síðani koma kommunur og ríkisstovnar hevur m.a. við tað at gera, at í 2015 tóku kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum. T.v.s. at starvsfólkini í eldrarøktini, sum áðrenn 2015 taldu við í talinum fyri almannaøkið, nú telja við í kommunutølunum. Merkisvert er helst, at triðstørsti vøkstur í einstøkum vinnugreinum er í gistihús- og matstovuvirki. Í hinum endanum er kanska eisini merkisvert, at einans 1 løntakari er komin aftrat hesi fimm árini í landsfyrisitingini.
Flestu kvinnur arbeiða í tænastuvinnum
Av høvuðsvinnubólkunum er ???Almenn og onnur tænasta??? tann størsti við 9.653 løntakarum. Tað er í hesum bólkinum, at flestar kvinnur eisini arbeiða, og her telja tær tríggjar fjórðingar av løntakarunum. Næststørsti høvuðsvinnubólkur er ???Privatar tænastuvinnur??? við 8.926. Her er býtið javnari, tá kvinnurnar telja 45% av øllum.
So er kynsbýtið aftur nógv øðrvísi í tilfeingis-, byggi og framleiðsluvinnum. Í 'Fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum??? eru 4.364 løntakarar, og her er kvinnuparturin 27%. Størsti ójavnin er í fjórða høvuðsbólkinum, ???Byggivinna og aðrari tilvirking???, ið er umleið eins stórur sum fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur. Her er kvinnuparturin einans 13% av øllum løntakarunum. Tað er sostatt í tænastuvinnunum, at vit finna flestar løntakarar og tað er eisini her, at flestu kvinnurnar arbeiða.
Stórur ójavni í kynsbýtinum í vinnubólkum á arbeiðsmarknaðinum
Seinastu fimm árini er tað ójavna býtið millum kynini í høvuðsvinnubólkum einans blivið størri. Í vinnubólkinum við størsta mannfólkapartinum, ið er byggivinna o.o. tilvirking, er vøksturin 1.064 menn mótvegis 140 kvinnum. T.v.s. at menn eiga 88% av vøkstrinum í hesum vinnubóli. Hinvegin er broytingin í almennum o.ø. tænastum, har vøksturin er 832 kvinnur og 60 menn. T.v.s. at kvinnur eiga 93% av vøkstrinum í hesum vinnubólki.
Í myndini niðanfyri sæst støddarbýtið millum einstøku vinnugreinarnar. Flestu løntakarar starvast hjá kommununum (har eisini ríkisstovnar eru við í bólkinum), næstflest í heilsu- og almannaverki, triðflest í handilsvinnuni v.m. Síðani koma byggivinna, undirvísingarverkið og so tilfeingisvinnurnar í fiski- og alivinnu. Hesar eru 8 tær størstu vinnurnar eftir løntakaratali at rokna. Her sæst eisini, at stóri vøksturin í gistihús- og matstovuvinnuni, ið varð tann triðstørsti av øllum, hevur gjørt, at henda vinna nú er tann tólvta av øllum 22 vinnugreinum.
Vøkstur í løntakaratalinum í øllum sýslum
Løntakaratalið er vaksið í øllum sýslum síðani 2013, men gongdin kring landið hevur verið ymisk. Í tali er størsti vøksturin av løntakarum har, ið eisini tann størsti vøksturin hevur verið í fólkatalinum, í Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Vága sýslum ??? t.v.s. tær Føroyar, ið eru knýttar saman í einum samanhangandi infrakervi. Men eisini sunnanfjørðs, í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er vøkstur í løntakaratalinum, hóast hesar báðar sýslur hava afturgongd í fólkatalinum.
Viðmerkjast skal, at bæði tal av løntakarum og fólkatal er í aldursbólkunum 16 til og við 74 ár.
Lutfalsliga er vøksturin í hesum tíðarskeiðnum størstur í Vága Sýsla við 19,4%. Síðan kemur Norðoya Sýsla við 17,8%, Eysturoyar Sýsla við 17,2% og Streymoyar sýsla við 15,1%. Í Sandoyar Sýslu er løntakaratalið vaksið við 13,5% og í Suðuroy 4,7%.
Streymoyar sýsla eigur lítlan helming av øllum løntakarunum í Føroyum við 48,3%, meðan Eysturoyar sýsla hevur góð 23,1%.
Broytingin í aldursbólkum
Framgongd hevur verið í løntaratalinum i øllum aldursbólkum síðani 2013. Í tali er nógv tann størsti vøksturin í aldursbólkinum 25???39 ár. ??ivað er orsøkin tann, at serliga í hesum aldursbólkinum hevur verið stór tilflyting tey seinastu árini. Myndin broytist nakað, tá hugt verður eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum í ymisku aldursbólkunum. Og her er nógv størsti vøksturin í tí elsta aldursbólkinum 67-74 ár, sum er vaksin við 44%. Síðani er tað fyrrnevndi ungi aldurbólkurin 25-39 ár, ið eisini roknað á henda hátt hevur stóran vøkstur.
Býta vit løntakararnar í bara tveir aldurbólkar, tey yngru 16 til 39 ár og tey eldru 40 til 74 ár, síggja vit, at lutfalsliga er størri vøkstur millum tey ungu enn tey eldru. Hjá teim 16-39 ára gomlu er løntakaratalið vaksið við 21% og hjá teim 40-74 ár eru løntakararnir 11% fleiri.
4,4% av løntakarafjøldini hava annan enn danskan ríkisborgaraskap
Løntakarar við øðrum enn donskum ríkisborgaraskapi við bústaði í Føroyum er vaksið við 55% í hesum tíðarskeiðnum. Tá vóru hesi 2,5% av løntakaraskaranum og telja í dag 4,4%. Tað er serliga talið av løntakarum við ríkisborgaraskapi uttanfyri Norðurlond, sum er vaksið hesi árini. Lutfalsliga eru flestu útlendsku løntakararnir at finna í húsarhaldstænastum, ið m.a. fevna um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir. Síðan í fiskavøruídnaði og gistihús- og matstovuvirki.
Hetta eru tó broytingar í bólkum, sum vóru og framvegis eru ein sera lítil partur av samlaðu løntakarafjøldini í Føroyum. Framvegis er tað soleiðis, at tætt við 9 av 10 av øllum løntakarum eru fødd í Føroyum. Roknað eftir ríkisborgaraskapi eru umframt tey 86%, sum eru fødd í Føroyum, onnur 9% við donskum ríkisborgaraskapi. Roknast kann við, at nógv av hesum eru fødd av føroyskum foreldrum uttanlands, og síðani flutt aftur til Føroya. Tað benda tølini um tilflyting á.
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.
Stutt um trendin
Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.
Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk
Hvar eru tølini at finna?
Dagførd og útgreinað hagtøl um løntakararnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald