JN

35 ár síðani Eirargarður lat upp

...

2015-05-19 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í ár eru 35 ár síðani, at fyrstu búfólkini fluttu inn á Eirargarði. Eirargarður var tann fyrsti, og er enn tann einasti bústovnurin, sum er bygdur til fólk við menningartarni í Havn.

Hóast Eirargarður var eitt nýbrot í Føroyum, tá hann kom, so vendi rákið. Keypt blivu í staðin vanlig sethús til endamálið, og tískil komu ikki fleiri stovnar av sama slag.

Rákið er nú aftur vent soleiðis, at faklig semja er um, at stovnar sum Eirargarður eru rætta tilboðið til fólk við menningartarni. Eirargarður hevur virkað væl hesi 35 árini, men stovnurin eigur at vera nútímansgjørdur.

Í sambandi við, at 35 ár eru liðin síðani Eirargarður lat upp, verður almenn móttøka á Eirargarði 16B týsdagin 19. mai frá klokkan 14 til 16.

Á hátíðarhaldinum verða røður hildnar, og møguleiki verður at hitta búfólk og avvarðandi. Landstýriskvinnan í Almannamálum og stjórin á Almannaverkinum flyta fram røðu.

??ll eru vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder