Í dag verður støðan á Elektron og framtíðin hjá føroyskari KT-vinnu og KT-trygd viðgjørd á tingi.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal um avleiðingarnar av, at bankarnir fluttu netbankan og allar sínar KT-skipanir av landinum.
Í svarinum kemur m.a. fram, at Elektron hevur mist ein triðing av sínum starvsfólki síðani 2010 - 32 starvsfólk.
Eisini kemur fram, at landsstýrið noyðist at brúka stórar upphæddir til at umleggja skatta-innkrevjingina.
Og onki bendir á í svarinum, at landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at venda gongdini og at gera føroyskar loysnir á økinum - heldur ikki fyri elektroniskari undirskrivt, ið er í ferð við at verða flutt av landinum eisini.
Seinnapartin í dag skal spurningurin og svarið viðgerast á løgtingi, har høvi verður hjá øllum tingfólki at siga sína hugsan.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald