Vinna

30.000 fleiri ferðandi við Atlantic Airways í 2015

...

2015-12-31 15:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

267.000 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2015, og tað eru umleið 30.000 fleiri ferðandi, sammett við 2014. Vøksturin er 13 prosent

Í 2015 flugu 267.000 ferðafólk við Atlantic Airways, og tað er metár hjá flogfelagnum. Vøksturin var umleið 30.000 fleiri ferðandi, sammett við 2014, tá ið ferðafólkatalið tilsamans var 237.000. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent.

Í 2015 varð flogið rættstundis í 85 prosentum av øllum fráferðum (t.e. seinking styttri enn 15 minuttir). Tað er fýra prosentstig betri, sammett við 2014.

Atlantic Airways hevði í 2015 umleið 1.500 fráferðir úr Føroyum á rutunetinum. Í miðal svarar tað til umleið 29 fráferðir um vikuna. Til ber at ferðast beinleiðis úr Føroyum til átta ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona og Mallorka.

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, fegnast um, at ferðafólkatalið á rutunetinum setur met í 2015.

- Atlantic Airways hevur í mong ár verið sera virkið í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Sum tjóðarflogfelag sær Atlantic Airways tað sum sína ábyrgd framhaldandi at tryggja føroyingum eina tryggja loftbrúgv og lívlinju til umheimin, eins og felagið vil ganga á odda í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamannalandi, staðfestir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Umframt rutuflúgving, hevur felagið flutt 4.050 ferðafólk við leigutúrum til og úr Føroyum, og umleið 6.000 ferðafólk flugu innanoyggja við tyrlunum.

Flogfelagið arbeiðir áhaldandi við at fáa fleiri føroyingar og útlendingar á flog og at menna tænastur felagsins.

Atlantic Airways takkar fyri brátt farna árið og ynskir øllum eitt gott nýggjár.

Vinaliga

Atlantic Airways

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder