Í kvøld (hóskvøldið) savnar Blái Krossur tey flestu av teimum sjálvbodnu, sum regluliga arbeiða í onkrum av handlunum hjá felagsskapinum til ein góðan døgurða og hugnakvøld í Leguhúsinum í Nesvík. ??t við 300 sjálvboðin tæna regluliga Bláa Krossi.
Blái Krossur hevur fimm
endurnýtsluhandlar kring landið. Talan er um Blákrossbúðirnar í Havn, Runavík
og Miðvági, og Endurnýtsluna á Glyvrum og Miðvági.
Tað eru bara sjálvboðin, ið arbeiða í hesum handlunum. Í fleiri
førum eru tað pensjónistar, men eisini onnur, ið brúka tíð í handlunum. Ymiskt
er, hvussu ofta fólk arbeiða, summi ein dag áttindu hvørja viku, meðan onnur
arbeiða fleiri dagar um vikuna.
Umframt tey sjálvbodnu í handlunum, eru eisini onnur, ið gera sjálvboðið
arbeiði av ymiskum slag.
Yvirskotið av søluni í handlunum verður nýtt í hjálpararbeiðinum
hjá Bláa Krossi, millum annað til verkætlanina ?????ll hava rætt til góð barnaár???
og til upplýsing um vandan av rúsdrekka og rúsevnum.
Einaferð um árið savnar Blái Krossur øll tey sjálvbodnu til eitt hugnakvøld.
???Tey sjálvbodnu gera eitt fantastiskt arbeiði, tey eru gull
verd. Uttan tey, høvdu vit als ikki kunna gjørt alt tað arbeiði, ið vit gera í
dag. Vit vilja á henda hátt takka teimum hjartaliga fyri teirra trúfasta og
áhaldandi gerning???, sigur Frants Jensen,
aðalskrivari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald