2017-09-04 22:27
Nógv skip eru á makrel og sildafeltinum norðanfyri Føroyar, vit hava roynt at talt í kvøld og eru komin til, at 30 skip eru á feltinum.
Umleið helvtin er í føroyskum sjógvi og hini eru í altjóða sjógvi beint norðanfyri føroyska markið.
Tey flestu skipini eru russisk og føroysk, eisini eru nøkur íslendsk, okkurt grønlenskt og okkurt norskt skip er eisini á feltinum í kvøld.
Veðrið norði á 65N og 1,4V er hampuligt í kvøld, tó er eitt lot, sum minkar út á morgindagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald