Politikkur

30 ÁR Á EGNUM VEINGJUM

...

2018-04-11 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 30 ÁR Á EGNUM VEINGJUM 

28. mars 1988 - 28. mars 2018 

HUGLEIÐINGARLasse Klein,Fyrrv. landsstýrismaður 

Menningarætlanin Fyri VÁGAR fevndi um: 

 ??? Stovnan av flogfelag ??? Bygging av hangari 

 ??? Bygging av undirsjóvartunli um Vestmannasund 

 ??? Yvirtóku tyrlu konsessiónir 02.10-1985 

 ??? Keyp av tyrlu úr USA (Serligar orsøkir: ???leasa???) 

 ??? Flyting av Tyrludeildini hjá SL til Vágar 

 ??? Bygging av farmahøll ??? Bygging av ferðamannabáti til Mykinesar 

Tað ber til hjá almennu politisku skipanini,at menna økir í landinum sum eru afturútsigld. 

2Als einki bendi á, at Føroyar skuldu fáasítt egna tjóðarflogfelag í byrjanin av1985, tá nýggja landsstýrið tók við, tann10. januar 1985.Samgonguskjalið millum teir fýralandsstýrisflokkarnir: Javnaðarflokkin,Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin ogKristiliga Fólkaflokkin, høvdu ikki skrivaðnakað inn í samgonguskjalið um stovnsetingav einum tjóðskaparligum flogfelagyvirhøvur. 

Sjálvur gjørdist eg landsstýrismaður ísamferðslumálum, og nú Atlantsfloghevur 30 ár á baki var heitt á megherfyri at lýsa støðuna í sambandi viðflogmáli í mun til tøkt keldutilfar, sumverður lýst í endanum av hesi grein. 

Broytti samráðingar mynstri 

Tað var eisini tí, at tað kom dátt við, tátað gjørdist mær greitt, at ???Ministerietfor offentligt arbejde var forpligtet til atlade et færøsk selskab få koncessionenvið siden af, eller i samarbejde med etdanskt selskab til flyruten mellemFærøerne og Danmark, og at dettekunne ske fra 1. oktober 1985???.Tað var staðfest, at føroyski politiskimyndugleikin ongar fyrireikingar hevðigjørt, sum vóru ítøkiliga gróðursettar íeinum møguligum endamáli og úrsliti,hóast fundir høvdu verið um einamøguliga stovnseting, kortini uttan úrslit. 

EITT TJ??ÐARFLOGFELAG VERÐUR STOVNAР

???Navn títt skal vera ATLANTIC AIRWAYS???. Tað hendi fyri 30 árum síðani ??? 28. mars1988, at flogfarið lætti sær á, og fór sín fyrsta túr úr Vágunum til Keypmannahavnar viðferðafólkið. Lesið her ein part av áhugaverdu og stundum truplu gongdini fyri at náaúrslitinum.Var hangarurin ikki bygdur hevði ikki borði tilat flogi úr Vágunum. Hann stóð liðugur tá flogivar fyrsta túrin. Kostnaður uml. 60 mió. kr.3Sæð í ljósinum av óteljandi royndum, ogósemjum um, at fáa sett á stovn eittFøroyskt tjóðarflogfelag gjøgnum 25 til30 ár, var eg tí sannførdur um, at tað varneyðugt, at broyta samráðingar háttin,um komast skuldi á mál. 

Hvussu byrjar flogmáli? 

Tíðliga í 1985 fái eg kunning um av JohanRestorff Jacobsen, stjóra fyri SL ogJógvan Simonsen, leiðara fyri TyrlutænastuniSL, at teir arbeiða við spurninginumum farmaflogfar, og høvdu kannaðtørvin fyri flúgving av farmi. Nakað seinri19.08-1985 kemur umsókn.Straks eftir kunningina fari eg undir atkannað í skjalagoymslunum hjá landsstýrinumhvussu støðan er í flogmálinumí sínum heild. 

Niðurstøðan verður tann, at undirritaðiboðsendur umboð fyri SL, og geri greitt,at eg ynski at fáa sett alt málið viðv.flogmálinum á skrá, og í hesum sambandihevði brúk fyri teirra hjálp.Metti tað neyðugt at greina máli heilt avnýggjum, og hevði tí brúk fyri fólkið sumhøvdu serstakt innlit í flogmáli, og at hesifólk eisini á ein ella annan hátt kunduávirka politisku flokkarnar sum sótu ísamgongu.

 ArbeiðsbólkurinHetta var orsøkin til at eg setti hendanarbeiðsbólkurin: 

Jógvan Simonsen, leigarifyri Tyrlutænastuni hjá SL, tí at hann vístistóran áhuga fyri flogmálinum, og eisini tíat eg hevði stór álit á honum. JóhanRestorff Jacobsen, stjóri fyri SL, tí at egloyalt kundi gera brúk av SL stovninum tilendamáli.Tá talan var um hinar limirnar hevði egserlig áhugamál, Eyðfinn Jacobsen, tíhann hevði verði í starvi hjá StatensLuftfartsvæsen og útbúgvin løgfrøðingur,og ikki minst tí at hann hevði tætt tilknýtitil Javnaðarflokkin, Carl V. Weihe, stats.grannskoðara, tí hann gjøgnum nógv árvar formaður í Prísráðnum, og verði viðtil at geva tilmæli í spurninginum umferðaseðlar kostnaðin loftvegis, og harviðinnlit í fíggjarviðurskiftini hjá Danair ogMærsk Air, og eisini tí at eg við vissu vistiat Atli P. Dam, løgmaður hevði stórt álit áhonum, og stundum ráðførdi seg viðhann, og Finnbogi Niclasen, sum var ístarvi hjá Statens Luftfarstvæsen. 

30 ár á egnum veingjum 

Føroyingar yvirtóku konsessiónina í sambandivið tyrluflúgving 13.12-85. Eftir at SL hevðihavt raksturin av tyrlutænastuni um hendi ínøkur ár, yvirtók AA hana.Jógvan Simonsen Johan R. Jacobsen Eyðfinn Jacobsen Carl V. Weihe Finnbjørn Niclasen Ingolf Nielsen4Jógvan Simonsen fekk til uppgávu atkontaktað persónarnir og samskipaðarbeiði. 

Tá eg sum landsstýrismaður hevði settmær fyri at finna eina loysn á flogmálinum,hevði tað sjálvsagt eisinistóran týdning eisini at meta um,hvussu vit best komu á mál, og til tesshevði eg brúk fyri fólki sum á ein ellaannan hátt kundi ávirka, fyrst og fremstAtla P. Dam, løgmann. 

Tað var greitt, at neyðugt var at heintaallar luttakararnir uttanfyri landsstýrisumsitinginafyri á tann hátt at kunnataka luttakararnir í eið, og bert vísa tilmín sum hevði leiðsluna á økinum, sumlandsstýrismaður. 

Av og á kunnaði eg landsstýri ávegis,men kortini var tað eingin í landsstýrinum,sum lat við seg koma í sambandivið kunningina, og tað var eg stórtsæð sera væl nøgdur við, tí so fekk egfrið at arbeiða eftir mínum egna miðvísaleisti, hóast eg ansaði væl eftir ábyrgdmíni, sum landsstýrismaður. 

Vit vildi meira ...Teir fyrstu fundirnir høvdu vit viðdanska Ferðslumálaráðið, og við umboðfyri donsk flogfeløg. Á fundinum viðFerðslumálaráðið luttóku: Birgit Willumsenog Kurt Lykketoft, á fundinumvið Danair, Gunnar Thietz, stjóri ogMærskair, Bjarni Hansen, stjóri. Taðblivu sjálvandi hildnir fleiri fundir íFøroyum, og í útlandinum. 

Kanningarnar at leita eftir rætta samstarvsfelaga,fevndi um allar møguleikar;flogfeløg í Skandinavia ogEvropa, og vit endaðu við at taka uppsamráðingar við Cimber Air.Avdúking, um leiguflogfarið 

Fyrst í september 1985 høvdu vit avtalaein sokallaðan, eftir mínum tykkiOrsaka av Atlantic Ariways er virksemið áflogvøllinum økt munandi.Her undirskrivað umboð fyri landsstýri ogCimber Air undir samarbeiði millum partarnir. 

Á tíðindafundi 9. juli 1987 avdúkar LasseKlein , fyrrv. landsstýrismaður navnið.5avgerandi ???loynifund??? við danskaFerðslumálaráðið viðv. flogkonsessióniniein fyrrapart, og seinrapartin við stjóraní Danair Gunnar Thietz og stjóran íMærskair, Bjarna Hansen.Annan dagin fyri var eg farin tilKeypmannahavnar á annan fund, ogdagin eftir skuldu arbeiðsbólkurin komatil Keypmannahavn. Undirritaði varringdur upp av umboði fyri arbeiðsbólkinsum boðaði frá, at hóast ferðaseðlarnirvóru bílagdir í góðari tíð, so høvdu teirfingið boð frá flogfelagnum, at teirkortini ikki fingu ferðaseðlar til ferðina.Tað var ein sera óheppin støða, oghugsaði at hetta onkursvegna vartilætla, og at onkur hevði fingið frænirav arbeiði okkara. Vildi ikki lata mærhetta linda, men leigaði eitt leiguflogfareftir teimum. Í dag dugi eg at síggja athetta var eitt ???vilt??? stig at taka, men avtí at eg metti at nógv stóð uppá spæl,var hetta kortini gjørt. Tá rokningin fyrileiguflogfari kom á borði gjørdist egovfarin av høga prísinum, men váttaðihana, og tí betur hoyrdi eg einki afturum hesa rokning. 

Skelkandi fundur um flogmáliStaddur í Keypmannahavn saman viðAtla P. Dam, løgmanni fingu vit heiltóvænta fundarboð. 

Fundarboðini vórufrá formanninum í Mærsk Air, dótturmaðurMc-Kinney Møller, sum var formaðurfyri Mærsk Air og stjóranum hjáSAS Frede Ahlgreen Eriksen, sum varnevndarformaður í Danair.Vit vóru greiðir yvir at talan var um einóvanligan fund, og at stórt trýst fór atverða lagd á okkum í sambandi viðflogmáli. Dótturmaður Mc-Kinney Møllervar ikki sendir í býin uttan at talan varum eitt týdningarmikið mál.Orðaskifti var millum partarnir hvatfundurin skuldi haldast, danir yngstifundin hildnan á Esplanden, høvuðssætinumhjá Mærsk, ella á einum Hotellisum teir vístu á. Men frá føroyskari síðugjørdu vit greitt, at skuldi fundur verðaso skuldi fundurin verða á FøroyskuViðskiftarstovuni í Keypmannahavn. Taðendaði við at vit fingu okkara vilja.Ynski frá dønum vóru, at tað skuldu bertverða vit fýra sum luttóku á fundinum,og soleiðis bleiv. 

Hótta við uppsøgnum 

Dótturmaður Mc-Kinney Møller byrjaðivið at greiða frá, at tey høvdu hoyrt atføroyingar høvdu ynski um at taka lut íflúgvingini í sambandi við Føroya rutuna,og at tey eisini høvdu hoyrt at CimberAir var møguligur samstarvspartnari.Hetta dámdu teimum ikki.Frá Føroyskari síðu gjørdu vit greitt, at1. oktober 1985 stóð okkum Føroyingumí boði at fáa lut í konsessiónini at útinnaflogferðslu, og at vit ætlaðu at gera brúkav hesum møguleika, men at støða ikkivar tikin til hvørjir samarbeiðspartarnirfóru at verða, men at vit løgdu dent ágjøgnum skygni í einum slíkum samarbeiði.30 ár á egnum veingjum 

Ein treyt fyri at menningarætlanin fyriVágar skuldi eydnast til fulnar var fast sambandum Vestmannasund. Uppskotið varlagt fram 17.03-1988, og samtykt.6Dótturmaður Mc-Kinney Møller minti okkumá, at Føroyingar áttu at verða varnirtá talan var um samarbeiðsmøguleikar.Hann minti á at stórt tala av Føroyingumhøvdu hýru hjá Mærsk felagnum, og atvandi kundi verða fyri, at arbeiðsplássfóru at hvørva um Føroyingar tókuskeiva avgerð.Hetta vóru skelkandi útsagnir, men vitfrá føroyskari síðu hildu fast um, at taðvar okkara rættur at gera brúk at møguleikanumat fáa lut í Føroya rutuni samb.kgl. kunngerð nr. 336 frá 11. Juni 1976. 

Tað var skilligt at vit í spurninginum umat vit Føroyingar høvdu ætlanir av álvarataka lut í Føroyskari flúgving vóru upp ímóti donskum áhugamálum, sum kundufáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyriávísar partar, og tí var mótstøðan stórfrá danskari síðu.Ein ???bumba??? brast í løgtinginumÍ juni 1986 kunnaði eg Atla P. Dam,løgmann, um úrslitið av samráðingunumí sambandi við at stovnseta eitt føroyskttjóðarflogfelag, og tá hvørki hann ellalandsstýri lótu við seg koma, valdi egtann 17. desember 1986, at svara einumfyrispurningi í Løgtinginum frá SvendAage Ellefsen, løgtingsmanni: ???Hvørjarætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandiføroyskari luttøku í millumlanda flúgving,og nær verða hesar ætlanir settar íverk???? 

Tá ið spurningurin var svaraður, var taðsum ein ???bumba??? brast í løgtinginumhendan dagin. So at siga øll løgtingsfólkvóru tikin av bóli, sama var galdandi fyrifjølmiðlarnir, og øll vóru forvitin eftir athoyra um endaligu avtaluna. Stóð tað tilmín, so var felagið stovnað í 1986.Tað var skilligt, at avtalan, sum vithøvdu fingið við Cimber Air, vakti stóraans, undran og áhuga, og eg hevðikensluna av, at hendan løtan var størri,enn vit yvirhøvur droyma um. 

??hóskandi viðmerkingarÍ dag eri eg noyddur at ásanna, at egfekk fleiri óhóskandi viðmerkingar fyriarbeiðshátt mín, og tann hátt, uppgávanvar loyst uppá, bæði frá samgongu ogandstøðu, og almennum viðmerkjarum.Hørð tingviðgerðKortini var tað greitt, at hvørki samgongaella andstøða í tinginum, høvduvæntað eitt slíkt úrslit. Tað kom óvart átey. Men hóast hetta, brúkti andstøðaneitt og hvørt høvi at spenna bein fyriætlanini undir tingviðgerðini, og niðurstøðanhjá andstøðuni í fíggjarnevndini,góvu onga ábending um semju, tvørturímóti- og tíverri - atkvøddu bert 20 av33 tinglimum undir 3. viðgerð, fyri atseta á stovn eitt tjóðarflogfelagføroyinga: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin,Sjálvstýrisflokkurin og KristiligiFólkaflokkurin atkvøddu fyri, meðanFólkaflokkurin og Sambandsflokkurin lótuverða við at atkvøða. 

Søguligar hendingarTann 28. mars 1988 bar tað føroyingumtil fyri fyrstu ferð, at flúgva úr Vágunumtil Keypmannahavnar við einum føroyskumtjóðarfelag og endamálið við flogLimirnirí Fíggjarnevndini tá lógaruppskotið var til viðgerðar. Frá vinstru: Jørgen Thomsen, Hilmar Kass, Signar áBrúnni og Thordur Niclasen úr meirilutanum. Annfinn Kallsberg, Eyðun Viderø og Ivan Johannesen úr minnilutanum.730 ár á egnum veingjumfelagnum, sum mong spáddu stuttalivitíð, var, at uppbyggja eina sunnafyritøku og tryggja Føroyum eitt gott ogtíðarhóskandi samband við umheimin.Harnæst yngstu vit, at hækka tænastustøðimunandi, og menna Vágarnar,sum vóru afturútsigldar á mongumøkjum, eisini í mun til aðrar partar avlandinum. 

Fyri at hava útgangsstøði úr Føroyumvar neyðugt, at krøvini til tekniska umsitingav flogførum bleiv tryggjað íVágum, og tí bygdu vit eisini ein hangartil flogfør 1987/88, sum flogfelagi hevurleiga, og nú eigur.Fyri m.a. at hækka tænastustøði fyriferðafólk og føroyingum annars, til ogúr Vágum, løgdu vit uppskot fram áløgting, sum bleiv samtykt, um tunnilundir Vestmannasund í 1988, og sumbleiv tikin í nýtslu nøkur ár seinri, einsog vit útbygdi tyrlutænastuna, bæðitekniskt og operativt, umframt byggingav farmahøll, og keyp av tyrlu úr USA í1987/88. 

Týðandi hendingar 

Hesar útbyggingar, saman við øðrumútbyggingum av tunlum, vegum, bussumog ferjusambandi í árunum frá1985 ??? 1989, millum bygdir og oyggjar,gav nýtt bjartskygni, sum síðani hevurhaft stóran týdning fyri ferðafólk ogíbúgvarnir í Føroyum.Hvat fingu vit burturúrÍ dag kunnu vit við góðari samvitskuásannað, at úrslitið tjóðskaparliga,hevur gingið eftir ætlan, hóast nógvirbrotasjógvar hava verið av og á í søgunihjá flogfelagnum hesi 30 árini.Stórt tal av føroyingum hava fingið útbúgvinginnan loftferðslu: flogskiparar,mekanikarar, flogternur, fíggjarstýring,umsiting v.m. Bert fyri at nevna nøkurdømir. Vert er eisini at hava í huga, athesar útbúgvingar hava ikki veriðpartur av øðrum skúla politiskum almennumátøkum, men at felagið sjálvthevur staði fyri hesum arbeiði ogfíggjað sín part av útbúgvingunum. Fáirella næstan eingin Føroyingur høvduútbúgving á hesum øki frammanundan.Var Atlantic Airways ikki komið, høvduvit uttan iva ein hægri ferðaseðlarkostnað á Føroyarutuni, enn vit havanú, men prísurin fyri at ferðast erframvegis ov høvur, og tí er ynski umhjá ferðandi, at ferðaseðlar kostnaðurinlækkar munandi innan fyri karmin avrakstri, ella við øðrum tiltøkum. Hendanuppgávan er ikki rokkin enn. 

Eisini arbeiðsskapandi tiltøk 

Eisini nærumhvørvinum hevur lokalimyndugleikin fingið nógv burtur úr.Stórur partur av inntøkugrundarlagnumhjá kommununum í Vágunum stava fráhesum arbeiði, umframt, at fólkatalið ervaksi munandi frá 1988 til 2018. Samaer galdandi við ferðafólkaflutningi til ogúr Vágum, og at Vágarnar á ongan háttkunnu metast at vera afturútsigldar ísama mun, sum mett frammanundan.Hendan hendingin er eisini einboðskapur um, at tað ber til at veraalmennur politiskur myndugleiki og takastig til arbeiðsskapandi tiltøk, eins ogtað, uttan nakran sum helst iva, ber tilá øðrum økjum eisini. 

Politiskt var undirsjóvartunnilin umVestmannasund ein stór avbjóðingin. 

Hugsaði nógv um at fólk høvdu gjørtgjøldur burtur úr heingið brúnni umVestmannasund hjá Haldur Hansen ogVilhelm Nielsen, ..... og so lesarabrøvini íbløðunum! Tey hildu uppskotið verðaburtur úr vón og viti. Gjørdu gjøldur burturúr landsstýrismanninum, og søgdu taðsum verri var......... tá borðreitt var - vaknaði andstøðanupp úr dvala......Royndu av øllum alvi at forða fyri uppskotinumum stovnan av partafelag við endamáliat taka lut í flogferðslu??? ...8Jógvan Durhuus, (tj) 46 ár, Atli P. Dam, (jf) 52 ár, Jóngerð Purkhús, (tj) 48 ár, VilhelmJohannesen, (jf) 42 ár, Lasse Klein, (sj) 34 ár, Niels P. Danielsen, (kf) 46 ár.Rættar umstøður, góð fólk 

Greitt er at skulu úrslit spyrjast burtur úreini ætlan sum hesari, so er neyðugt atrøttu fólkini, røttu umstøðurnar og viljin atnáa úrslitum eru til staðar.Uttan iva ein óvanligur arbeiðsháttur,kunnu fólk fáa varhugan av, og atsjónarringurin í ov stóran mun peikareinvegis, men so er kortini ikki. Hetta ersøgan. Hon kann ikki sigast øðrvísi.Kringumstøðurnar góðu okkum møguleikanog teimum tóku vit av. Rættarumstøður, góð fólk ??? gott úrslit.Føroyska røddin í cockpittinumTað skal ikki dyljast, at samleikin umFøroyskan tjóðskap hevði sjálvandi altavgerandi týdning í hesum arbeiðinum, ogtá eg á fundi hoyrdi um føroyskanflogskipara sum arbeiddi í øðrum landi,Hans Hansen gav eg straks boð um atkontaktað hann fyri at frætta um hannhevði áhuga í einum møguligum starvisum flogskipari. Hetta at hoyra einaføroyska rødd í stýrhúsinum á einumFøroyskum flogfari, og at verða móttikinog bjóðaður vælkomin umborð áFøroyskum av føroyskari flogternu hevðiavgjørdan týdning í hesum arbeiði. 

Við stórari gleði 

Eftir stuttari tíð var undirtøka at seta ástovn eitt F??ROYSKT TJ??ÐSKAPARLIGTFLOGFELAG, og at navn títt skal vera:???ATLANTIC AIRWAYS???.Nú 30 ár seinni kunnu vit øll við einumávísum stoltleika ynskja Atlantic Airwayshjartaliga tillukku við teimum 30 árunum -á egnum veingjum, við ynski um góðaeydnu í framtíðini. 

Keldur:Anordning nr. 336, frá 11.06-1976, Lasse Klein: Frágreiðing, Landsstýrið 27.09-1985. Lasse Klein: Frá-greiðing, Landsstýrið 18.08-1987. Fyrispurningur nr. 100-5, 10.12-1986, viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins ímillumlanda flúgving. Løgtingsmál nr. 20, 04.11-1987: Stovnan av partafelag við endamáli at taka lut íflogferðslu. Løgtingsmál nr. 114, 17.03-1988: Lán til tunnil um Vestmannasund. Hagstova Føroya. Byggingav m.a. hangari, farmahøll og aðrar útbyggingar á samferðsluøkinum yvir fíggjarlógina 1985 -1989.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder