Nú 3. umfar av EFFO-deildini er lagt, hava vit fingið eitt nýtt oddalið, og tað eru FM-vinnarnir frá í fjør.
B36 2-2 NSÍ
Fyrsti dysturin í hesum umfarinum var leiktur í gjár, tá ið B36 tók móti NSÍ. Tað var NSÍ ið legði seg á odda fyrst, tá ið Petur Knudsen skoraði til 0-1 efir 31. min. Bara fýra minuttir seinni skoraði Klæmint Olsen til 0-2, tað var eftir brotsspark. B36 fekk minkað um munin í yvirtíðini hjá dómarnum, tá ið Róaldur Jakobsen skoraði til 1-2, sum eisini var uppá brotsspark.
Patrik Johannesen javnaði fyri B36 tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, og dysturin endaði 2-2.
Víkingur 1-0 Skála
Skála sum tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið hevur fingið javnleik móti KÍ og HB, vóru í dag á vitjan hjá FM-vinnarnum Víkingi. Víkingur vann dystin 1-0 við málið frá Søren Anghel eftir 54. min. Jákup Jakobsen hjá Skála fekk reytt kort eftir 77. min. Víkingur er nú nummar eitt.
ÍF - HB 0-0
EB/Streymur 1-0 TB/FCS/Royn
Suðringar hava fingið eina góða byrjan uppá hetta kappingarárið, og lógu eisini fremst undan hesum umfarinum, men tað gera teir ikki longur, EB/Streymur vann 1-0 við málið frá Arnar Dam eftir 79. min.
07 Vestur 0-2 KÍ
Les um henda dystin og sí myndir her.
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Víkingur | 3 | 2 | 1 | 0 | 3-1 (+2) | 7 |
2. | TB/FCS/Royn | 3 | 2 | 0 | 1 | 3-2 (+1) | 6 |
3. | HB | 3 | 1 | 2 | 0 | 2-0 (+2) | 5 |
4. | Kĺ | 3 | 1 | 2 | 0 | 3-1 (+2) | 5 |
5. | ĺF | 3 | 1 | 1 | 1 | 4-3 (+1) | 4 |
6. | EB/Streymur | 3 | 1 | 1 | 1 | 3-4 (-1) | 4 |
7. | B36 | 3 | 0 | 3 | 0 | 4-4 (0) | 3 |
8. | NSĺ | 3 | 0 | 2 | 1 | 3-4 (-1) | 2 |
9. | Skála | 3 | 0 | 2 | 1 | 0-1 (-1) | 2 |
10. | 07 Vestur | 3 | 0 | 0 | 3 | 0-5 (-5) | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald