Politikkur

3. tingfundurin í dag byrjar kl. 11.00

...

2015-12-22 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kvøldið og náttin gjørdust drúgv hjá tingfólkum.

Ein fundur byrjaði á midnátt, tann næsti kl. 04.40, tann fundurin vardi til kl. 5, tá tingfólk fóru heim at sova. -  3. tingfundurin í dag kl. 11.000

Dagsskráin 2015

Týsdagur, 22. Desember 2015, kl. 00:00

1.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.18/2015: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald á svartkjaft í 2015

2.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.24/2015: Uppskot til løgtingslóg um at keypa tænastuveitingar og tøkni til verkætlanina Talgildu Føroyar

3.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.38/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Lækking av bundna inngjaldinum og kærumøguleikar)

4.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.49/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti, merkivørur o.a.)

5.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)

6.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

7.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti

8.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.34/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldsfrítøka av kringvarpsgjaldinum umframt broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni).

9.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.32/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Avtøka av loyvisskatti og dagføring av tøkugjaldi)

10.Framløga

Týsdagur, 22. Desember 2015, kl. 04:40

1.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.34/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldsfrítøka av kringvarpsgjaldinum umframt broytingar í vørunumrum í Toll- og vøruskránni).

2.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.32/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Avtøka av loyvisskatti og dagføring av tøkugjaldi)

3.Framløga

Týsdagur, 22. Desember 2015, kl. 11:00

1.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

2.3. viðgerð: Løgtingsmál nr.30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti

3.2. viðgerð: Løgtingsmál nr.39/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Skattalætti til lág- og miðalinntøkur)

4.Framløga

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder