Ítróttur

3 sersambond: Eru spurd og hava svarað

...

2016-04-13 16:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

13 sersambond undir ÍSF hava í tíðindaskrivi takkað fráfarna forsetanum Peturi Elias Petersen fyri hansara íkast til føroyska ítrótt seinastu mongu árini. Tað ynskja vit eisini at gera, og harmast vit somuleiðis um, at forseti okkara hevur lagt frá sær.

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Flogbóltssambandi Føroya og Svimjisambandi Føroya hava sent út tíðindaskriv um býtið av játtanini hjá ÍSF. Hetta er ósatt. Hesi bæði sersambondini hava einki tíðindaskriv sent miðlunum.

Vit trý sersambond hava roynt at fingið fund við hini sersambondini um býtislykilin. Bara eitt sersamband svaraði. Vit hava skrivliga heitt á starvsnevndina í ÍSF um fund, men tað er noktað, og vit hava skrivliga heitt á starvsnevndina at seta málið á skrá til Umboðstingið, sum var í farnu viku, men tað kom ikki við. Sostatt hava royndir okkara innanhýsis í ÍSF einki úrslit givið. Endamál okkara var, sum vit skriva til starvsnevndina:

Samstundis vilja vit enn einaferð gera greitt, at tað er okkara sannføring, at ein býtislykil, sum er meira virksemistengdur, er besta argument hjá ÍSF mótvegis myndugleikunum, soleiðis at fleiri pengar koma inn í skipanina

Í sambandi við viðgerð av tingmáli 89/2015 um at áseta aljtóða pulju undir ÍSF, sum Fólkaflokkurin hevur lagt fram á Løgting, hevur Mentanarnevndin kallað Svimjisamband Føroya, Flogbóltssamband Føroya og Hondbóltssamband Føroya til hoyring um nevnda mál. Í tí sambandi hava vit handað Mentanarnevndini skjøl, ið vísa á okkara støðu og sjónarmið. Fimleikasamband Føroya hevur gjørt tað sama. Miðlarnir hava lisið burturúr hesum skrivum frá Svimjisambandi Føroya og Flogbóltssambandi Føroya. ??ll skriv til løgtingsnevndir liggja frammi alment.

Vit gera ikki av, hvønn Mentanarnevndin kallar til hoyring, men vit játtaðu umbønini frá nevndini um hoyring og møttu tí í Løgtinginum. Har løgdu vit okkara sjónarmið viðvíkjandi altjóða pulju fram, sum eru tey somu sum tey hjá starvsnevndini í ÍSF, tá ið starvsnevndin skrivar til Fíggjarnevndina 7. oktober í 2015:

Altjóða pulju

Tað er avgerðandi fyri okkara ítróttafólk, eisini at sleppa at luttaka í altjóða kappingum uttanlands, og at hetta er í tryggari legu, so øll íðkandi kunnu hava hesa gularótina, at sleppa á landslið og at kappast uttanlands fyri Føroyar. Avgerandi er eisini at slík játtan er varandi, og á einum hóskandi og nøktandi støði, so man veruliga kann leggja slíkt arbeiði í trygga legu.

??r slíkari pulju kundu vit eisini nýtt pening, at fáa tiltøk hendanvegin. Og tað skapar eisini nógv her á landi, tí fyri hvørja krónu, fáa vit fleirfalt aftur til landið, við at útlendsku gestirnir brúka peningin her.

Við býtislyklinum fyri 2016 er henda altjóða pulja avtikin, hóast Løgtingið gjørdi sítt og hækkaði játtanina til ÍSF. Henda avtøka hevur havt fíggjarliga afturgongd við sær hjá okkum, borið saman við, at hon varð varðveitt. Vit hava víst á hetta og síggja tað sum okkara demokratiska rætt og skyldu at gera júst tað, tá ið politiski myndugleikin heitir á okkum um at verða hoyrd.

Tað er okkara ynski, at ÍSF kann innanhýsis og í samstarvi við politiska myndugleikan ganga saman um føroyska ítrótt, so fíggjarliga grundarlagið kann verða styrkt enn meiri, so sum vit hava víst á í innanhýsis fundarumbønum okkara. Bæði tá ið tað viðvíkur føroyska ítróttapallinum og á altjóða pallinum. Tað krevur samstarv millum allar partar, og tað krevur alsamt hægri raðfesting fíggjarliga frá Løgtinginum, men tað kemur fleirfalt aftur.

Hondbóltssamband Føroya Svimjisamband Føroya Flogbóltssamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder