Mentan

3 nýggj nøvn til Country & Bluesfestivalin

...

2015-04-14 00:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

The European Highwaymen, Kristel Lisberg og Halleluja Sofus á Country & Bluesfestivalin

Her eru trý nýggj nøvn, ið fara at framføra á Sørvágs Country- & Blues festivali, sum verður á Dungasandi tann 5. & 6. juni.

??tlanin er at avdúka fleiri nøvn seinni í vikuni. verður sagt í tíðindaskrivi:

The European Highwaymen (NO)

Aftanfyri navnið The European Highwaymen eru tveir royndir og kompromileysir tónleikarar, sum ongantíð hava latið seg lokka av mótabluffi og dagsins trendum.

Tónleikarnir eru G. Thomas og Arly Karlsen. Teir hava turnerað lond og ríkir í ein mansaldur, framført á mongum countryfestivalum í Norra og aðrastaðni í Evropa og USA.

Báðir hava teir ein røð av útgávum aftan fyri seg og hava selt væl av plátum/fløgum, har fleiri av løgum teirra hava verið á hitlistunum í fleiri londum. Hesir báðir tónleikarnir eru ein serstakliga góð samanseting har G.Thomas hevur nærleikan av outlaw tónleikinum hjá sær og Arly Karlsen hevur Mr. Cash í blóðinum. Teir hava nú sungið og spælt saman í 7 ár.

The European Highwaymen framføra bæði egið skrivað tilfar og nýtt og gott gamalt.

Kristel Lisberg (FO)

Kristel Lisberg fer at framføra á Sørvágs Country- & Bluesfestivali, sum verður á Dungasandi tann 5. & 6. juni.

Kristel, sum var tilnevnd sum ársins songkvinna á FMA í ár og, sum í løtuni er aktuell við stak- og sjónbandalagnum September, fer at framføra egin løg, bæði kend og ókend, ???Hetta staklagið er sera persónligt fyri meg. Tað er ognað beiggja mínum, sum ikki er ímillum okkum meira???, greiðir Kristel frá og leggur afturat ???Eg arbeiði miðvíst við egnum tilfari og eri í holt við ymsar verkætlanir. Næstu tíðina fara fleiri einstøk løg at koma út, og síðani fari eg at taka støðu um fyrstu fløguna???.

Afturat egna tilfarinum, fer hon at tríva í nøkur góð Country løg, sum hon ofta sang til konsertir saman við pápa sínum Jens Lisberg. ???Eg havi altíð dáma sera væl coyntry og tað var sum so har alt byrjaði hjá mær??? ??? sigur Kristel.

Afturat sær hevur Kristel dugnaligar tónleikarar, teir eru: Brandur Jacobsen, trummur ??? Eyðun Johannesen, bass ??? Magni W. Husgaard, klaver og Bartal Augustinussen, guitar.

Halleluja Sofus (FO)

Eftir eitt brak av eini framførslu á Country- & Bluesfestivalinum í fjør, er Halleluja Sofus aftur á skránni í ár, og hann lovar enntá, at framførslan í ár verður lívligari enn seinast.

-Eg komi á Festivalin við einum opnum sinni og góðum humøri, sangirnir vera meira upptakt enn í 2014. Sangirnir verða deilvís av nýggju fløguni og so góðir gamlir slagarar, orkestrið telur einar 8 og tónleikarnir eru stórt sæð teir somu sum seinast. ??? sigur Sofus og leggur aftuat at tað ikki er greitt enn um fløgan verður klár til útgávu áðrenn festivalin.

Festivalgestirnir hava nógv at gleða seg til, tá Halleluja Sofus fer á pallin tá Sørvágs Country- & Bluesfestivalur verður 5. & 6. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder