2015-01-12 01:23
CocaCola-kappingin hjá kvinnum varð skotin í gongd í dag - 3 dystir eru leiktir.
Í Vestmanna tók VÍF ímóti Søljuni, tað gjørdist til ein stórsigur til vestmannakvinnur - 34-8 eftir hálvleikstøðuna 17-4. Hjá VÍF gjørdist Agnes Olsen topskjútti við 9 málum, hjá Søljuni gjørdi Hertha Simonsen 5 mál.
Kyndil og Stjørnan møttust í Havn, Kyndil vann eisini stórsigur 36-22 eftir hálvleikstøðuna 17-13. Hjá Kyndli gjørdi Anna Brimnes toppskjútti við 10 málum, hjá Stjørnuni fekk Mina Sirdal 6 mál.
Neistin tók ímóti VB í Havn. Dysturin gjørdist sera spennandi, og hóast Neistin førdi 13-8 í hálvleikinum, so megnaðu vágskvinnur at koma sterkt aftur og kláraðu javnleik 25-25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald