Ítróttur

3. deild hjá 07 Vestur vann 11. sigurin á rað

...

2015-06-21 04:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar: 2. lið okkara, sum spælir um uppflyting í 3. deild, fekk at enda ein hart vunna 4-1 sigur í land í Runavík, eftir at vit komu afturum við einum málið stutt inn í annan hálvleik.


Liðið: Silas Eyðsteinsson; Jóannis á Steig, Niels Mouritsen, Høgni E. Nielsen, Fríði S. Joensen; Magni Selfoss, Uni F. Nielsen, Per Heinason, Hanus Nielsen; Sølvi Egilsson; Hørður H. Johansen.
Eyka (allir komu inn): Rói Hansen, Mass Anthoniussen, Hanus Christoffersen, Sjúrður Olsen.

Fyrri hálvleikur var ikki serliga góður fyri okkara viðkomandi, í trupla útidystinum í Runavík í kvøld. Var tað ikki fyri ein sera væl spælandi aftasta skansa, Silas Eyðsteinsson, høvdu vit neppa komið til hálvleiks við 0-0.

Í hálvleikinum gjørdi venjarin, Per Joensen, nakrar broytingar, men tá umleið 10 minuttir vóru farnir fingu vertirnir mál og mótbrekkan sá brádliga tung út. Heimaliðið brúkti eisini øll kneb fyri at halda uppá leiðsluna og dysturin bleiv sera hart spældur.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu vit tó javnað, tá innkomni Rói Hansen setti bóltin í netið. Løtu seinni løgdu vit okkum so fram um, við sera góðum beinleiðis frísparki frá Hørði H. Johansen.

Tveir aðrir innskiftarar avgjørdu so endaliga dystin, fyrst Sjúrður Olsen og síðani Hanus Christoffersen.

Liðið liggur nú klárt á odda við fullum stigatalið, 15 av 15. Og, íroknað innleiðandi bólkaspælið, hava vit vunnið 11 dystir á ræð.

Næsti dysturin verður á heimavølli komandi leygardag, tá FC Suðuroy, ein annar uppflytingarkandidatur, kemur á vitjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder