Ítróttur

3. deild: 07 Vestur vann í kvøld 6-2 á AB - myndir

...

2015-06-13 00:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ein dystur í 3. deild er í kvøld leiktur á Valloyruni, tað var 07 Vestur, sum hevði vitjan av AB. Undan dystinum lá 07 Vestur ovast við 9 stigum  fyri 3 dystir, AB lá á 5. plássi við 4 stigum fyri 3 dystir.

07 Vestur byrjaði sera væl, teir komu framum beinanvegin 1-0, næsta málið kom tá ið 10 minuttir vóru leiktir og 07 Vestur fekk sítt 3. mál í 16 minutti, teir hildu á og í 21 minutti førdu teir 4-0. Síðani dovnaði spælið eitt sindur. AB skoraði í 34 minutti, soleiðis at støðan gjørdist 4-1, men nakrar minuttir fyri hálvleik kom 07 Vestur uppá 5-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var meira javnur, tá fingu liðini hvør sítt mál, soleiðis at endaliga støðan gjørdist at 07 Vestur vann 6-2.

Málini hjá 07 Vestur gjørdu: Wenzel Mouritsen 2, Uni F. Nielsen 2 og Hørður Johansen 2.

Støðan:

Nr.LiðDVJTMálStig
107 Vestur440023-612
2FC Suðuroy421113-97
3Víkingur42028-76
4NSÍ a31207-65
5AB411213-174
6Skála a31028-143
7Giza/H a40047-200


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder