Ítróttur

28 ross kappast við Leynavatn

...

2017-06-16 20:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So er Leynavatn aftur fyri framman, felagstururin við nógvum rossum er á veg norður til Leynavatn og húsvognar og tjøld standa klár við vatnið og bíða eftir reiðfólkunum.


Hesaferð skula 28 ross kappast, størsti bólkurin er skeið og tvíspor vaksin, í hesum bólkum kappast 10 ross. Nógv góð og skjót ross eru við, so mett verður at hetta verður ein spennandi kapping.
Kappríðingin er leygardagin kl. 15 og paringin kann síggjast á leinkju niðanfyri.

Leinkja til kapping við leynavatn.

Aftaná kappríðingina verður sum vant bál um kvøldið, hetta plagar eisini at savna nógv fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder