
Hagstovan skrivar:
Í februar í ár vóru 27.149 løntakarar. Tað eru 852 fleiri enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugi vøksturin í løntakaratalinum heldur fram.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu árini. Fyri góðum fimm árum síðani vóru á leið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin 1.100 millum bæði kynini.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Almennu - og privatu tænastuvinnurnar telja á leið 70% av løntakarunum tilsamans, 15% arbeiða í byggivinnu og aðrari tilvirking og 15% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu.
Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
Stutt um løntakarar
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald