Í juni vóru 25.346 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru eini 100 fleiri enn undanfarnu mánaðir. Langtíðargongdin, trendurin, verður tó ikki ávirkaður av einum mánaða og vísir ein avtakandi vøkstur.
Seinastu hálvtriðju árini hevur tað verið ein javnur vøkstur, frá 23.500 í januar 2014 til 25.346 í juni í ár. Tað merkir, at tað nú eru 1.800 fleiri løntakarar enn fyri hálvum triðja ári síðani.
Tað vóru flestir løntakarar á vári 2008, tá tað vóru 26.000, so tað eru framvegis 650 færri løntakarar nú, í mun til tá tað vóru flestir.
Fiski- og alivinnan er í minus
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.
Í juni 2016 vóru 25.555 løntakarar, 603 fleiri enn í juni 2015. Framgongdin er 2,4%. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum, uttan í fiski- og alivinnuni, har tað triðja mánaðin á rað hava verið færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í fiski- og alivinnuni vóru 4.052 løntakarar í juni, sjey færri enn fyri einum ári síðani. Bæði í apríl og mai var afturgongdin størri, og var orsøkin, at nøkur fiskavirki lógu still.
Byggivinnan veksur enn við stórari ferð, næstan sjey prosent fleiri eru í byggivinnuni nú, meðan tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa stivliga 2%.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald