2015-02-26 02:36
tað 3. grindaskeiðið av íalt 8, sum verða hildin nú, var í Sørvági í kvøld. Sigast má, at áhugin er stórur fyri at læra at brúka mønustingaran - tað vóru uml. 250 fólk á skeið í Sørvági.
Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:
Grindaskeið
§ 18 Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald