Vinna

23 ára gamla Silja lærir til pilot

...

2017-02-09 23:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Silja Niclasen ið er frá Miðvági fór í januar mána yvir til Íslands at læra til pilot. Silja er 23 ára gomul, og hon hevur tikið student í Føroyum. 

Síðani 2014 hevur hon arbeitt á flogvøllinum, sum check-in dama hjá Atlantic Airways, og sigur hon, at hon fann skjótt útav at hon vildi arbeiða innan flogvinnuna, og helst sum pilot. Hon heldur at flogvinnan er ein avbjóðandi og spennandi vinna. Sjálv dámar henni væl at ferðast, og at flúgva verður hon ongantíð troytt av.

Væntandi tekur tað henni eitt ár at koma ígjøgnum teori'ina, hon verður væntandi liðug í januar mánað 2018, eftir hetta skal hon hava nakrar flogtímar, og eftir ætlan skal hon hava fingið allar tímarnar í luftini á sumri í 2018, men veðrið kann gera at tað tekur longri tíð enn ætlað. Um veðrið er keðiligt sleppir hon ikki at flúgva, og tað merkir samstundis at útbúgvingin tekur longri tíð. 

Silja tekur í løtuni tað sum eitur Privat Pilot License, og flýgur hon í løtuni við einum Diamond DA 20 flogfarið, tá ið hon hevur flogið tað flogfarið í 40 tímar, sleppir hon at flúgva eitt Diamond DA40 flogfar, og skal síðani flúgva eitt Diamond DA42 flogfar. Tá ið útbúgvingin er liðugt hevur hon eitt Airline Transport Pilot License prógv, sum gevur henni loyvi at flýgva stór ferðamannaflogfør.

Silja heldur at flogfar er tað besta, sum er uppfunnið, og heldur hon, at tað er kul at duga og hava møguleikan at flúgva flogfør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder