Mentan

223 nýggjar bøkur í 2015

...

2016-04-27 08:00 Author image
placeholder

Landsbókasavnið hevur nú gjørt upp, hvussu nógvar bøkur komu út í fjør.

Í 2015 vórðu 223 nýggjar føroyskar bøkur skrásettar í føroyska bókalistanum. Tá eru endurútgávur eisini taldar við.

Hetta eru 12 fleiri enn í 2014, og orsøkin er serliga, at væl fleiri føroysk upprunaverk komu út í 2015 enn árið fyri.

Av teimum 223 nýggju føroysku bókunum, sum tilsamans komu út í 2015, vóru 50 fagurbókmentir, 81 yrkisbókmentir, 21 lærubøkur og 71 barnabøkur.

Upprunaverkini í fjør vóru 123 í tali, 29 fagurbókmentir, tvs. skaldsøgur, stuttsøgu- og yrkingasøvn, 72 yrkisbókmentir, 7 lærubøkur og 15 barnabøkur.

Tað komu 21 fleiri upprunaverk út í 2015 í mun til 2014. Av hesum vóru 10 fleiri yrkisbókmentir og 6 fleiri barnabøkur.

Týðingarnar vóru 100 í tali ella 9 færri enn í 2014. Enn sum áður verða nógv flest barnabøkur týddar; í 2015 56 og í 2014 63. Av teimum 100 týddu bókunum í 2015 vóru 28 týddar úr norskum, 25 úr enskum, 23 úr donskum og restin úr øðrum málum.

Í 2015 komu eisini út 17 árbøkur, 26 tíðarrit og bløðog 32 ljóðbøkur.

Einar 15 e-bøkur komu út í 2015, tær flestu fagurbókmentir, og er hetta nakað minni enn árið fyri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder